Jens Dalsgaard 60 ár

Í dag, týsdagin 22. februar, verður Jens Dalsgaard á Glyvrum 60 ár.

Hann hevur síðani 1968 verið lærari í kommunalu skúlunum í Runavíkar kommunu.
Jens er ættaður úr Skálavík. Foreldrini vóru Sigrun og Viggo Dalsgaard. Viggo var sonur Axel Valdemar Dalsgaard, handilsmannin á Mølini, og Sunnevu úr Búrði í Skopun.
Jens er elstur av systkjunum. Honum næstur er Bjarni, sum hevur havt handilin á Mølini, og so eru tað Egil, sum býr í Havnini og Sunneva, sum býr í Runavík.
Eftir skúlaárini í Skálavík fór Jens, sum teir flestu í Skálavík fyri sløkum hálvt hundrað árum síðani, til skips. Hann fekk um endan á slupptíðini, tá ið hann var við Godthåb av Tvøroyri, og so var hann messudrongur við Fiskanesi, sum Hvannasundsbrøðurnir og Esmar Fuglø áttu, og sum Poli hjá Mortani førdi.
Eftir at hava verið ein vetur á Føroya Fólkaháskúla, fór Jens á Føroya Læraraskúla, og har leyk hann prógv í 1967. Men hann var ikki heilt liðugur við skipslívið, og longsulin var stórur eftir at uppliva, hvussu tað var aðra staðni í heiminum.
Eftir at hava lokið læraraprógv sigldi hann eitt skifti úti í verðini - bæði í Fjareystrii og Latínamerika.
Í 1968 gekk Jens lærarastarv í Runavík, og har hevur hann verið síðani. Lærugreinarnar hjá honum hava serliga verið føroyskt, eingilskt og týskt umframt kunningarlærugreinunum. Hann hevur vakið eygað við móðurmálinum, sum hann leggur stóran dent á at læra næmingarnar at nýta nátúrliga og livandi og ikki stirvið og kunstugt. Føroyski dansurin stendur frammarlaga millum áhugamálini, og Jens er limur í Eysturoyar dansifelag. Honum dámar væl at ganga og túrarnir í fjøllunum saman við systkinabarninum Jens Mariusi Dalsgaard hava verið nógvir.
Jens giftist í 1970 við Maritu, sum er dóttur Kate og Ernst Hansen á Toftum. Hon er eisini læraralærd og er skúlastjóri á Toftum. Marita og Jens eiga trý børn - Trúgva, Høgna og Sigrun. Teir báðir sigla sum yvirmenn við Mærsk, og hon lesur lívfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Jens er heimkærur, og hann og Marita hava havt manga løtuna og frítíðina í barnaheiminum og handlinum á Mølini í Skálavík. Hann er nærlagdur og umhugsin í øllum, sum hann fæst við. Javnaðarhugsjónina hevur Jens fingið so at siga við móðurmjólkini, og millum frítíðarítrivini er ikki minst lesnaðurin. Jens er væl inni í bókmentum - heima á landi, teimum norðurlendsku og eisini altjóða bókmentum.
Føðingardagurin varð hildin á Svangaskarði fyri innbodnum næstsíðsta leygarkvøld.