Heiðursløn
Í samstarvi við Náttúrugripasavnið og Norðurlandaráðið hevur Jens-Kjeld Jensen í fleiri ár fangað smáfuglar við fellu, sum hann hevur skrásett og ringmerkt.
Umframt, at maðurin er kendur fuglaútstappari, hevur hann eisini í fleiri ár eygleitt heimsins størstu drunnhvítakoloni, sum er í Urðini í Nólsoy.
Fyri hetta arbeiðið hevur Dansk Ornitologisk Forening nú veitt honum eina viðurkenning, og herfyri tók hann ímóti prísinum í Odense.
Føroyar heimskendar
Umfatandi arbeiðið hjá Jens-Keld við fuglum hevur gjørt hann sjálvan og Føroyar kendar millum fuglafrøðingar kring allan heimin.
Í grundgevingunum fyri heiðurprísinum, vísir Dansk Ornitologisk Forening á fuglafelluna, har Jens-Kjeld fangar hópin av fuglum á hvørjum ári.
- Tú tekur blóðroynd av teimum mest sjáldsamu fuglunum og sendir tær til Zoologisk Museum í Keypmannahavn til eina DNA-kanning, so nærri eyðmerking kann fara fram. Tú arbeiðir samstundis við ringmerking, bæði fyri náttúrumyndugleikarnar í Føroyum og fyri ringmerkjadeildina á Zoologisk Museum. Hartil hevur tú heimsmet í ringmerking av drunnhvítum og er sostatt í stóran mun við í arbeiðnum at skapa eina nýggja vitan um hetta fuglaslag.
Fleiri til Føroya
Jens-Kjeld Jensen hevur afturvendandi skrivað um føroysku náttúruna og fuglalívið í útlendskum fjølmiðlum. Nýliga hevði P1 í Danmarks Radio fleiri sendinger við Jens-Kjeld, og Dansk Ornitologisk Forening vísir í síni grundgeving á, at hesar sendingar hava givið fleiri fólkum íblástur til at vitja Føroyar.