Eftir fyrsta fjórðingsfinaluumfarið í nýggju sangkappingini hjá Danmark Radio, vann bólkurin Team Bryan Adams við Jens Marna Hansen og tveimum dønum seg víðari sum teir fyrstu í kappingini.
Talan er um triðju sending, har vinnararnar úr tveimum teimum seinastu kappingunum skuldu kappast um at koma víðari í kappingini. Eftir SMS atkvøðurnar var greitt, at Jens Marni Hansen og teir komu sum fyrsti bólkur víðari. Síðani var tað bólkurin Team Bamse.
Síðani skuldu dómararnir velja tann triðja bólkin av teimum fýra, sum nú vóru eftir, og var tað bólkurin Team Amy Winehouse, ið kom víðari.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##