Jens Martin aftur á rókini

Í gjár varð ikki roknað við, at útlendsku spælararnir, sum hava vant við ÍF, fara at vera við mánakvøldið

NSÍ?ÍF


Hjá NSÍ venjaranum er tað neyvan torført at seta sínar menn upp til 11. leikumfarið. Heimadysturin verður ikki fyrrenn mánakvøldið. Tá fáa teir í Runavík vitjan av ÍF. Fuglfirðingar hava bara vunnið eina ferð í landskappingini í ár. Tað gjørdu teir í heimadystinum ímóti NSÍ.
                      Tveir fremmandir menn hava verið í Fuglafirði í vikuni og vant. Í gjár varð ikki roknað við, at teir fara at spæla við ÍF mánakvøldið. Formellu loyvini vóru ikki komin upp á pláss, og annar teirra var skaddur undir venjing.
                      Hjá ÍF er Rúni Elttør leikbannaður, eftir at hann tiltuskaði sær reytt kort aftaná, at dómarin sunnudagin hevði bríkslað fyri síðstu ferð.
                      Hjá NSÍ, sum ikki hevur vunnið, síðani teir spældu seinnu hálvfinaluna í Fuglafirði, verður Jens Martin Knudsen aftur í málinum. Mikukvøldið var hann leikbannaður, tí hann hevði sæð reytt í finaluni á Ólavsøku. Vit fingu tað ikki heilt staðfest í gjár, men tað varð roknað við, at miðvallarin Kári Hansen var leikbannaður eftir gula kortið, sum hann fekk í Vági.
                      Tá ið NSÍ og ÍF í 1999 hittust í Runavík, var úrslitið málleysur javnleikur og í 1998 var úrslitið 1?1. Í 1997 vann ÍF 4?2. Síðst NSÍ vann á ÍF á heimavølli var í 1994, tá úrslitið var 3?1.