At siga longu nú, at talan var um eitt trónuskifti millum stólparnar er at taka munnin ov fullan. Jens Martin Knudsen royndi í 1992, at Kaj Leo Johannesen fekk ábyrgdina av málverjuplássinum í tveimum HM undankappingardystum á Svangaskarði, men so tók metmaðurin plássið aftur, og burtursæð frá einum undankappingardysti í Grikkalandi á heysti í 1995 hevur hann havt tað alla tíðina síðani tá, burtursæð frá í venjingardystum, tá venjarin hevur givið Jákupi Mikkelsen og eina ferð Bjarna Johansen møguleikan.
Sunnudagin upplivdi Jens Martin Knudsen fyri fyrstu ferð, at Jákup Mikkelsen tók plássið frá honum á heimavølli ? hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at Jákup stóð í málinum á Svangaskarði, har hann hevur sitið á beinkinum sjey ferðir ? men Jens Martin Knudsen sigur seg ikki vera tann mannin, sum bara gevur skarvin yvir og kastar frá sær, og hann ætlar at gera alt, sum tað ber til, fyri at vinna plássið aftur.
Fyrsta royndin á tí leiðini verður longu í kvøld, tá Jens Martin Knudsen fer saman við Leiftri og Páll Guðlaugsson til Akranesar at spæla landskappingardyst.
Venjingarstøðan
er betri
Onkuntíð áður hevur Jens Martin Knudsen givið liðfeløgunum av grovfíluni, tí teir síðstu løtuna so at siga hava givið skarvin yvir, soleiðis at mótstøðuliðið hevur vunnið stórt.
Tá hevur Jens Martin Knudsen, sum verður mettur at vera sera seriøsur ítróttarmaður, sagt, at ov nógvir hava verið í ov vánaligari venjingarstøðu.
Hesa ferðina kom einasta málið í síðstu løtu, men Jens Martin Knudsen heldur á ongan hátt, at orsøkin var, at føroyingarnir vóru farnir niður við høvdinum:
? Yvirhøvur ikki. Tað var sera uppmuntrandi at síggja, hvussu væl spælararnir vóru fyri, tá teir komu inn at hvíla seg. Eg skal ikki siga, at teir vóru ómóðir, tí tað vóru teir sjálvandi ikki, men teir vóru ikki og teir gjørdust ongantíð so troyttir, at tað gekk út yvir javnvágina á liðnum. Hon var til staðar alla tíðina, og eg ivist onga løtu í, at munurin frá fyri tveimum og trimum árum síðani og til nú kemst av, at allir spælararnir venja meiri nú og eru tískil betri fyri.
Stóð fastur
Tá tað snýr seg um framrættaða spælið og royndirnar móti mótstøðu málinum rokna føroysku áskoðararnir, venjarin og eisini liðfelagarnir mest við, at Todi Jónsson skal syrgja fyri hesum. Todi var væl upplagdur, hann bjóðaði fleiri ferðir mótstøðumonnunum av, og tað eydnaðist onkra ferðina at sneiða ein og tveir burtur, men so var ov tjúkt fyri, og tá teir ikki fingu fatur á honum á lógligan hátt, so togaðu teir í troyggjuna, og ta eina ferðina, tá onnur erman var togað av føroyska álopsessinum, skrædnaði kragin um hálsin eitt fitt petti niður.
? Eg iðri meg um, at tað ikki eydnaðist mær at skora tíðliga í 2. hálvleiki. Uni Arge fór framvið einum í høgru og legði flatt innfyri. Eg sá bóltin væl, eg var á veg fram til hansara, og málið var púra opið at stýra bóltinum inní, men fóturin stóð fastur í svørinum, og so fór bólturin framvið.
Ei undur í at Todi Jónsson iðraði seg. Um hann hevði skorað, og um Føroyar høvdu vunnið 1-0, so kundi hann spent bringuna eyka úr sær, tá hann í dag møtir til venjingar saman við liðfeløgunum í FCK, sum høvdu okkurt umboðið á danska landsliðnum sum 19. august í Prag tapti 1-0 móti Kekkia. Todi Jónsson og FCK skulu sunnudagin spæla á útivølli í Gladsaxe móti AB, sum verður roknað millum bestu fótbóltsliðini í Danmark.