Sunnudagin 22. juli verður Jens Péturson 90 ár. Jens, ið er ættaður av Nesi í Vági, fór longu í 1945 til Íslands at arbeiða og fall hann sera væl til har. Seinni fór hann aftur til Føroyar og fann sær konu úr Hovi, Maria. Stutt eftir fluttu tey til Íslands og settu búgv í Kópavogi. Fyri fáum árum síðani fluttu tey í eina íbúð í Hafnarfyri. Maria doyði fyri nøkrum árum síðani.
Hóast sín høga aldur er Jens sjáldsama væl fyri. Tað kemst ivaleyst av, at hann hevur livað eitt sunt og virkið lív líka til dagin í dag. Tað munnu vera fáir dagar, at hann ikki vitjar svimjihylin og svimur ein langan tein, ja, fleiri hundra metrar.
Trúfesti, lítillæti, spaklyndi og hjálpsemi hevur eyðkent Jens alt lívið. Soleiðis kenna vit eisini hann á Sjómansheiminum Ørkin í Reykjavík, har hann hevur verið við frá byrjan. Tað er ikki smávegis arbeiði Jens hevur lagt í Sjómansheimið øll hesi mongu árini og uttan løn. Saman við Jóhan Olsen, sjómanstrúboðara og øðrum stríddist Jens í mong ár, fyri at Sjómansheimið kundi verða veruleiki.
Sum kunnugt tók tað langa tíð, frá tí byrjað varð, til Sjómansheimið varð vígt og tikið í nýtslu 1991. Jens varð valdur í fyrsta stýrið fyri Sjómansheimið og sat hann sum formaður í fleiri ár. Seinni legði hann frá sær sum formaður, men hevur hann sitið í stýrinum líka til í vár, tá hann ynskti at leggja frá sær. Fáorðaður, sakligur og góður í ráðum hevur hann verið fyri okkum í stýrinum øll hesi árini.
Jens er ein gudrøkin maður. Tú hevur ikki tosað leingi við hann, so gert tú varugur við, at hesin maður er øðrvísi enn fólk flest. Hansara eyðmjúka sinnalag og verumáti er so sjáldsamt nú á døgum, at ein løta saman við honum, er ein minnilig løta. Hóast hann er eyðmjúkur og lítillátin skammast hann ikki við gleðiboðskapin um sín Frelsara, Jesus Kristus. Øll hesi mongu árini hevur hann vitja umborð á skip, serliga føroysk, við andaligum tilfari og í tí stilla lagt eftir seg ein vitnisburð um sín Harra. Á møtunum, ið eru á Sjómansheiminum hvørja viku, hevur hann havt sítt fasta pláss, og sum oftast tekur hann orðið til ein vitnisburð. Óteljandi túrar hevur hann koyrt ferðafólk, serliga føroyingar, millum Sjómansheimið og Flogvøllin.
Enn vitjar Jens regluliga inn á gólvið á Sjómansheiminum og hann er ikki bangin fyri at taka eina hond í við onkrum. Djarvur hevur hann verið sum fáur. Fólk øtaðust, tá ið hann fyri bert 5 árum síðani gekk uppi á tekini á Sjómansheiminum, sum jú er rættuliga høgt, og málaði. Tað er sjónligt, at Sjómansheimið er hjartabarn hansara, sum hann er góður við og vil tað besta.
Jens vitjaði í Føroyum fyri umleið einum mánaða síðani og tá hevði stýrið fyri Sjómansheimið boðið honum til eina máltíð við Gjógv. Hetta var Jens glaður og takksamur fyri. Nú Jens var í Føroyum vildi hann eisini sleppa til Mykines at síggja staðið, har íslendska flogfarið datt niður. Hetta tí at sonur hansar var við tí flogfarinum, men kom hann frá vanlukkuni við lívinum við skaða í rygginum
Góði Jens! Vit eru mong her í Føroyum, ið hava tað gleði, at lært teg at kenna, og tað eru vit sera takksom fyri. Vit ynskja tær hjartaliga tillukku á 90 ára degnum og Guds ríku signing framyvir. Takk fyri títt trúfesti øll hesi mongu árini og tað tú hevur lagt eftir teg til gleði og signing fyri mong.
................
Stýrið fyri Hotel Ørkin, Føroyska Sjómansheimið í Reykjavík