Tað skuldu 14 brotsspørk til, áðrenn Spania í kvøld kundi tryggja sær pláss í Confederations Cup finaluni saman við Brasil. Einki mál kom í vanligu ella longdu leiktíðini. Í brotssparkskappingini gjørdist Jesus Navas hetjan, tá hann sendi 14. brotssparkið í málið til 7-6 sigur. Leonardo Bonucci var óhepni spælarin hjá Italia, sum brendi.
Hóast Spania helst hevði bóltin nakað meiri, so vóru tað teir bláu úr Italia, ið vóru vandamiklast í álopsstøðu. Faktist hevði Italia rættiliga gott tak og verandi HM og EM vinnarunum. Fyri uttan ein góða skotroynt frá Fernando Torres, so var tað faktist Italia, ið hevði fleiri vandamiklar møguleikar, har Iker Casillas mátti stórbjarga fyri at verja fyri.
Fyrri hálvleikur var undirhaldandi og spældur við nógvari ferð. Í seinna hálvleiki dalaði ferðin nógv og í løtum bleiv bólturin bara trillaður runt á miðjuni.
Í longdu leiktíðini byrjaði Italiumenn við at raka stongina, men so tók Spania eisini yvir og hevði upp til fleiri møguleikar at leggja seg á odda. Eisini í seinna hálvleiki av longduleiktíðini var Spania omaná og var nærmast at skora.
Í brotssparkskappingini skoraðu 12 teir fyrstu skjúttarnir, áðrenn Leonardo Bonucci sendi bóltin væl omanfyri málið. So kundi Jesus Navas sparka Spania í finaluna við góðum brotssparkið til 7-6. Finalan verður sunnudagin millum Spania og vertstjóðina Brasil.
Confederations Cup hálvfinala 2013:
Spania Italia 7-6 (eftir brotssparkskapping) 0-0(0-0)
Brotssparkskapping:
1. Italia:(Candreva) Lyftir bóltin mitt í málið - (1-0)
2. Spania:(Xavi) Trygt til høgru fyri málmannin (1-1)
3. Italia:(Aquilani) Lágt til sína vinstru, Casillas nær við at bjarga (2-1)
4 Spania:(Iniesta) Lágt til sína høgru, Buffon velur rætt, men nær iki niðiur (2-2)
5. Italia:(De Rossi) Upp í vinstra málhorn (3-2)
6. Spania:(Pique) Lágt til sína vinstru (3-3)
7. Italia:(Giovinco) Snýtir Casillas og skorar (4-3)
8. Spania:(Ramos) Málhornið til sína vinstru (4-4)
9. Italia:(Pirlo) Snýtir eisini Casillas og skorar trygt (5-4)
10. Spania:(Mata) Buffon skeivan veg og allir 10 hava skorað (5-5)
11. Italia:(Montolivo) Casillas skeivan veg og mál (6-5)
12. Spania:(Busquets) Til sína høgru og Buffon skeivan veg (6-6)
13. Italia:(Bonucci) Langt omanfyri málið (6-6)
14.Spania:(Navas)Trygt og hart í niður í vinstru síðu (6-7)