JFK eigur allan Grønanes

Eitt felag hjá JFK-samtakinum í Klaksvík hevur nú keypt allan partapeningin í trolaranum, Grønanesi.

Tað veit heimasíðan 24timar.fo at siga.

Grønanes hevur verið heimahoyrandi í Vestmanna og partrolar saman við Vesturtúgvuni, sum er heimahoyrandi í Sandavági.

- JFK-samtakið hevur átt í Grønanesi í eina tíð, men nú hevur felagið í Klaksvík keypt allan partapeningin í felagnum P/F Grønanes, veit 24timar.fo at siga.

Portalurin kann leggja aftrat, at Grønanes er smíðaður á Tórshavnar Skipasmiðju í 1986. Hann er 32,45 metrar langur og 8,05 metrar breiður.

Myndina av Grønanesi eigur 24timar.fo