Liðfelagin hjá Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen í AaB, málmaðurin Jimmy Nielsen, hevur ikki spælt nakað serligt higartil í ár. Tann annars so sterki málmaðurin hevur gjørt fleiri mistøk, sum hava kostað mál, og sunnudagin varð hann aftur tikin av fótum í 4-2 tapinum fyri FC Nordsjællandi.
Jimmy Nielsen hevði sín part av ábyrgdini, tá ið FC Nordsjælland skoraði til 2-1, og tá ið FCN skoraði seinasta málið, sá Jimmy Nielsen meira enn vanliga klossutur út.
- Hetta man vera fyrstu ferð, at eg havi gjørt so nógv mistøk innan so stutta tíð. Eg má taka mín part av ábyrgdini fyri, at úrslitini hjá okkum hava verið vánalig higartil í ár, tí eg havi ikki spælt upp til mítt besta, sigur Jimmy Nielsen við Onside.
AaB hevur bara fingið trý stig í teimum fimm dystunum, felagið hevur spælt í superliguni í ár, og sunnudagin fóru áskoðararnir at bríksla eftir Jimmy Nielsen, tá ið tað stóð ringast til hjá AaB.
- Tað haldi eg ikki, at hann hevur uppiborið. Tað var ikki hansara besti dystur í dag, men Jimmy spælir sera sjáldan so illa, sum hann gjørdi í dag, sigur ítróttarstjórin Lynge Jacobsen.