Danska stjórnin mælir til at geva Joachim prinsi meiri løn, nú hann skal giftast aftur Danska stjórnin er sinnað at geva Joachim prinsi lønarhækking, nú hann ætlar at gifta seg av nýggjum.
Ekstrablaðið skrivar, at stjórnin hevur biðið Fólkatingið taka undir við einum uppskoti um at hækka lønina hjá Joachim 600.000 kónur, so hansara ársløn og viðbøtur úr ríkiskassanum koma upp í smáar 2,9 milliónir krónur.
Joachim prinsur og franska Marie Cavalier skulu giftast tann 24. mai.