Tá Sjúrður Skaale hevur sín egna tingbólk, so fær hann eisini sína egnu játtan til umsiting, og tí hevur hann møguleika at seta fólk í starv.
– Joan Ólavsdóttir er sera væl inni í øllum viðurskiftunum her, og hevur eina holla útbúgving sum stjórnmálafrøðingur, so hon er sera væl egnað til starvið, sigur Sjúrður Skaale.
Hann sigur, at onnur fólk, eitt ú lesandi, eisini skulu setast í starv.
– Stórur áhugi er fyri hesum, og eg havi longu fingið fleiri umsóknir, sigur hann.
Grønlendsku umboðini, Doris Jakobsen úr Siumut og Sara Olsvig úr IA, koma til Danmarkar í dag, og tá fer Sjúrður Skaale at samráðast við tær báðar um samstarv. Hetta kemur eftir ætlan upp á pláss týsdagin, sigur Sjúrður Skaale.