Fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum var 34 ára gamli Jóan Símun Edmundsson á vøllinum fyri KA í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Á útivølli á Akranesi megnaði KA javnleik 1-1 móti ÍA. Í steðginum var heimaliðið á odda 1-0. Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Diego Montiel til 1-1.
Jóan Símun kom á vøllin heilt móti dystarenda. Men vit koma avgjørt at frætta meir frá honum komandi umførini.
Talan er um fyrsta stigið hjá KA hetta kappingarárið.
Sunnukvøldið klokkan 19 hevur KA dyst á heimavølli móti Keflavík.











