Vivan  Johansen er nýgg forkvinna í Ferðslutrygd

Ábær ferðsla. Tað virkar at herða ferðslulógina. Og nýggj forkvinna í starvsnevndini

Tíðindaskriv, Ársfundur nummar 50 hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd:

 

Hósdagin 16. apríl varð ársfundurin hjá RFF hildin í Parnass á Hotel Hafnia. Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur rundan føðingardag í ár, tí 19. januar vóru júst 50 ár liðin síðani stovnandi fundin.

 

Vegna serligar umstøður er ætlaða føðingardagshaldið útsett til seinni í ár. Ársfundurin varð tó avgreiddur júst sum hann skuldi – væleydnaður og við breiðari uppmøting. Eins og undanfarin ár luttóku nógvar kommunur, umframt umboð fyri Landsverk, løgreglu, aðalráð, fakfeløg, tryggingarfeløg og onnur, sum hava áhuga í ferðslutrygd.

 

##med3##

 

Elsa Berg (borgarstjóri í Tórshavnar kommunu) setti dagin. Í røðu síni hugleiddi hon um vaksandi býin, krøvini til vegakervið og umstøður hjá teimum ábæru í ferðsluni. Sitandi býráð ynskir at arbeiða miðvíst við at broyta hugburð og umstøður, soleiðis at bilurin ikki altíð er fyrsta valið.

 

Á ársfundinum vóru eisini tvær sera áhugaverdar framløgur um ábæra ferðslu. Boði Haraldson (býarverkfrøðingur í Tórshavnar kommunu) hevði framløgu um hvussu framtíðar ferðsluplanlegging kann stuðla politisku ynskjunum um betri umstøður til ábæru ferðsluna. Barbara Mikkelsen (málsviðgeri á býarskipanardeildini hjá Tórshavnar kommunu) greiddi frá um at venda ferðslu-hierarkiinum og skipa góðar umstøður til ábæra ferðslu fyrst og fremst. Eisini vísti hon tveir spildurnýggar kunningarfilmar um at súkkla til arbeiðis og um at síggja ferðsluna úr ymsum sjónarhornum.

 

Jónhild Rasmussen, fráfarandi forkvinna og Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri, løgdu fram ársfrágreiðing fyri 2025. Vit mistu tvey fólk í ferðsluni í 2025 og tað eru tvey ov nógv. Okkara tøl eru smá og tí eru tey eisini sera viðbrekin og einhvør álvarslig vanlukka kann tí hava stóra ávirkan. Tí brúka vit altíð eitt 5-ára miðal, tá vit samanbera okkum við grannalondini. Gongdin seinnu árini hevur verið jalig – harav fleiri null-ár. Hóast árið í fjør ikki var gott, hava vit lægstu tølini í norðurlondum.

 

##med2##

 

Og so er kanska orsøk til varligt bjartskygni. Tí eftir mong ár, har talið av ferðsluóhappum við fólkaskaða hevur verið áleið tað sama, sær út til at kurvan nú peikar rættan vegin. Triðja árið á rað er talið ikki hægri enn árið fyri. Møguliga eru hetta fyrstu ábendingar um, at ferðslulógarbroytingin um handhildna fartelefon sæst aftur í hagtølunum.

 

Vivan E. D. Johansen er nývald forkvinna í starvsnevndini. Hon hevur verið varaforkvinna seinastu árini. Karl Leonsson og Turið Madsen vóru vald í nevndina, meðan  Marjun Jógvansdóttir og Dánjal Samuelsen eru varalimir. Umframt hesi er Dan Sofus Hofgaard eisini nevndarlimur. Hann stóð ikki fyri vali hesaferð. Nevndin skipar seg við næstforfólki á fyrstkomandi starvsnevndarfundi.