Jóannes Gaard kann aftur nú kalla seg fiskikong.Fiskikappingin, Shark Atlantic er av og nú er greitt, at ein hemari, Jóannes Gaard fekk, var tann størsti av øllum.
Talan er um ein hemara, sum vigaði 181,5 kilo og hetta er triðju ferð, at Jóannes Gaard hevur vunnið kappingina, sum annars hevur 10 ár á baki.
Fyrsta virðisløn var eitt gávukort á 10.000 krónur frá Bátatænastuni
Fyrreikararnir siga, at tað tók honum hálvanannan tíma at fáa lívið av hemaranum. Tá ið teir kruvdu hann, hevði hann ikki molan í maganum. Hemarin var eitt kvenndýr og hinvegin vóru fýra vælvaksnir ungar í hemaranum, og teir vóru framvegis livandi.
Næststørsta hemaran fekk Heini Weihe, høgrumegin á myndini, hann fekk ein, sum vigaði 148,5 kilo og fyri tað fekk hann eitt gávukort á 6.000 krónur frá Jógvan Weihe.
Og triðju virðisløn fekk Martin Meng við einum hemara á 104,5 kilo og tað gav honum eitt gávukort á 4.000 krónur frá Jógvan Weihe.
Allir tríggir hemararnir vórðu fingnir eystur úr Kapilinum í Nólsoy.
|