Jóannes Bjartalíð: Eg bleiv rørdur

FM1: Tvímálsskjúttin bleiv rørdur, tá tað endiliga eydnaðist honum at fáa mál á landsliðnum

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)

##med2##

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin

 

Føroyar hava í kvøld spælt fjórða og seinasta Nations League landsdystin á hesum sinni. Tað bleiv til ein 2-2 javnleik móti Luksemborg. Jóannes Bjartalíð skoraði bæði málini, og hetta eru tey fyrstu á landsliðnum.

 

- Fyri at siga tað akkurát, sum tað er, so bleiv eg rørdur. Eg havi skyldað landsliðnum eitt mál, sigur Jóannes Bjartalíð við FM1.

 

Í samrøðuni fortelur Jóannes Bjartalíð um málini, og hvussu leingi tað kendist at bíða, meðan bólturin ferðasti í málið til 2-2.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)