Jóannes Eidesgaard á internetinum

Tríggir føroyskir politiskir flokkara hava nú fingið egnar heimasíður á internetinum. Hvørja viku hevur Jóannes Eidesgaard eitt tíðindabræv á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum, sum hýsir politiskum sjónarmiðum

Tíðindabræv

- nr.1 frá 8. febr. 1998


Nýggja tøkniliga menningin hevur nú eisini givið okkum politikkarum enn ein møguleika at bera okkara politiska boðskap fram. Og júst hetta at fáa politsku boðini og politisku áskoðanirnar út til fólk er ein sera týðandi partur av politiska arbeiðinum. Tí vil eg sum formaður Javnaðarfloksins heilsa heimasíðuni hjá flokkinum og teimum møguleikum, hon nú gevur, vælkomnum.

Ætlanin er nú, at vit regluliga, t.v.s. eina ferð um vikuna, senda út eitt tíðindabræv út á heimasíðuni, har vit siga okkara hugsan um tað, sum er uppi í tíðini. Møguleikar eru so hjá teimum, sum vitja okkara heimasíðu, at tey kunnu gera viðmerkingar og siga sína hugsan um tað, sum flokkurin førir fram. Á henda hátt fáa eisini vit at vita, hvussu okkara sjónarmið verða móttikin, og tú sum lesari hevur so eisini møguleika at gera vart við teg.


Seinasta veljarakanningin vísir týðiliga, at tað, sum í dag mest upptekur fólk í Føroyum, eru okkara viðurskiftu við Danmark.

Tað er ein týðilig "polarisering" um spurningin loysing ella samband, meðan loysnir, sum ikki ganga ímóti hesum báðum, hava verri møguleikar fyri at fóta sær. Men henda polarisering hevur harumframt eina týðiliga slagsíðu ímóti loysingini, meðan sambandsstøðan stendur munandi veikari.

Men eitt annað, sum er sera sermerkt fyri tíðina beint nú er, at onnur viðurskiftu í samfelagnum lítlan ella ongan áhuga hava millum fólk. Hvussu okkara samfelagsviðurskiftu eru á so nógvum øðrum økjum sær út til at hava minni týdning enn tær kenslur, sum komu í kjalarvørrinum av bankamálinum.

Einki verður í løtuni tosað um t.d., hvussu okkara útbúgvingarpolitikkur er, hvussu umstøðurnar eru hjá lesandi í Føroyum, hvussu okkara heilsuverk virkar, hvussu støðan er hjá pensionistum , hvussu støðan er hjá einligum forsyrgjarum, hvussu støðan er hjá barnafamiljum, hvørjar íløgur eru skilagóðar, ella hvussu útjaðarin skal klára seg í kappingini við miðstaðrøkið?

Men sjálvsagt verður tað m.a. okkara uppgáva í Javnaðarflokkinum at taka slík mál sum hesi við í eitt komandi valstríð, tí tað er einki dulsmál, at fyri okkum hevur altíð vælferðin hjá vanliga føroyinginum vigað tyngri enn nakað annað mál, eisini tað tjóðskaparliga.

Men í spurninginum um okkara ríkisrættarligu støðu, so er tað ein veruleiki, at bæði Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin hvør í sínum lagi hava uppskot, sum ikki vinna frama í einum meiriluta á Føroya Løgtingi. Loysingin hevur undirtøku millum kanska í dag góð 20%, meðan støðan hjá Samabndsflokkinum bert hevur undirtøku frá uml. 20%. Restin t.v.s. 60% av veljarunum vilja varðveita ríkisfelagsskapin, men vilja tó samstundis, at vit gera neyðugar broytingar.

Tað er henda fjøldin, sum uppskot Javnaðarfloksins um sjálvstýrsilóg og setan av eini stjórnmálanevnd roynir at gera seg til talsmann fyri, men vit náa ongum máli uttan at vit fara inn eitt politiskt samstarv við aðrar flokkar á tingi, sum eisini vilja hava broytingar. So í løtuni ber so framvegis til at siga, at bestu garantar fyri, at einki hendir á sjálvstýrisleið eru Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin.

Broytingar verða bert gjørdar av einum meiriluta, so einfalt er tað.


Jóannes Eidesgaard

floksformaður


Adressan á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum er:

www.faroenet.fo/javnadar/


Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava eisini heimasíður. Adressurnar hjá teimum eru:


Sjálvstýrisflokkurin:

www.faroenet.fo/sjalvstyri/


Sambandsflokkurin:

www.faroenet.fo/samband/