Eirikur Lindenskov
Nývaldi føroyski fólkatingsmaðurin fer at krevja eina avtalu við Poul Nyrup Rasmussen, sum fær greiðu á bankamálinum, afturgjaldingini av skuldini til landskassan og at vinna forstáilsi fyri eini nýggjari sjálvstýrislóg at seta í staðin fyri heimastýrislógina
- Eg fari ikki aktivt at fella eina javnaðarstjórn í Danmark, sigur nývaldi fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard. Hann leggur tó dent á, at vallyftini um ikki at fara upp í tingbólkin hjá danska Javnaðarflokkinum og um ikki at luttaka í donskum innanríkispolitikki, verða hildin.
Seinnapartin í gjár skipaði Javnaðarflokkurin fyri tíðindafundi á Hotel Hafnia. Umframt føroysku fjølmiðlarnar, so vóru fleiri danskir tíðindamenn við eisini. Jóannes Eidesgaard segði, at hann hevði tosað við Poul Nyrup Rasmussen seinnapartin, og teir eru vorðnir samdir um at halda ein fund í næstu viku, har Jóannes Eidesgaard nágreiniliga fer at greiða Poul Nyrup Rasmussen frá støðuni.
Høvuðsmálini eru trý, sum Jóannes Eidesgaard vil hava stjórnina at finna eina skilagóða loysn á:
- Bankamálið
- Afturgjaldingin av skuldini til landskassan
- Ynskið hjá Javnaðarflokkinum um sjálvstýrislóg.
? Eg vil hava at vita, hvørja støðu forsætisráðharrin hevur til hesi málini, og so ætli eg, at vit skulu gera eina skilagóða avtalu um loysn av hesum málum, sigur Jóannes Eidesgaard. - Eina loysn, sum ger, at Føroyar koma væl burtur úr hesum trupulleikum.
Nývaldi fólkatingsmaðurin vildi kortini ikki nágreina hvat hann hugsar um bankamálið, men hann vísti á, at landsstýrið arbeiðir við málinum - og hann sigur, at best er, at føroyingar eru samdir, áðrenn útspælið kemur.
Um afturgjaldingina sigur Jóannes Eidesgaard, at tað er av stórum týdningi, at afturgjaldingin av skuldini ikki gongur út yvir vælferðina hjá føroyingum, og um sjálvstýrislógini sigur hann, at hann ætlar sær at vinna forstáilsi fyri henni í Fólkatinginum og í donsku stjórnini.
Tá Jóannes Eidesgaard seinna partin tosaði við Poul Nyrup Rasmussen, nevndi hann fyri honum hesi trý málini, so forsætisráðharrin er kunnaður um støðuna.