Undan kappingarárinum 2016 skifti 25 ára gamli argjamaðurin, Jobin Drangastein, til Víking. Hetta var fyrstu ferð á fótbóltsleiðini hjá Jobini, at hann royndi seg í øðrum felagi enn í barndómsfelagi sínum, AB, men longu nú er greitt, at Jobin á hesum sinni hevur spælt sín síðsta dyst fyri Víking.
Sambært álítandi keldum hjá Miðlahúsinum er Jobin Drangastein nevniliga givin í Víkingi, og er hann ikki við í hópinum hjá Víkingi, sum spælir ímóti B36 í dag. Enn er ikki greitt, hví argjamaðurin hevur takkað fyri seg í felagnum.
Stórfavoritturin at ogna sær Jobin Drangastein man vera AB, ið leikarin sum áður nevnt hevur umboðað alla sín fótbóltsleið inntil í ár.
Jobin Drangastein náddi at spæla níggju dystir fyri Víking.