Jobs stóra ávirkan

Stutt eftir, at Steve Jobs doyði, endaði hann á listanum hjá Time Magazine, yvir persónar, sum hava størstu ávirkanina.

 

Apple stjórin kom í fínt selskap, tá ið hann endaði á listanum hjá Time Magazine saman við George Washington, Henry Ford, Albert Einstein og Martin Luther King Jr. Listin vísir hvørjir amerikanarar hava størstu ávirkanina – deyðir ella livandi.

 

- Hann segði altíð, at hansara mál var at gera okkurt, sum var fantastiskt. Tað eydnaðist honum, skrivar blaðið um Jobs.

 

Steve Jobs doyði í 2011 av krabbamein í brisinum.