Joel fær 112.000 krónur um mánaðin

Stjórin í almenna Posta tjenar nærum dupult so nógv sum løgmaður

Meðan politikarar kjakast um, hvørt løgmaður skal fara úr 58.000 krónum upp í 76.000 krónur í løn um mánaðin, so er lønin hjá stjóranum í almenna Posta í heilt øðrum vektklassa.

Tað staðfestir nýggjasti roknskapurin hjá Posta, sum er almannakunngjørdur í dag.

Joel undir Leitinum fekk 1.338.770 krónur í løn í fjør. Tað eru 111.564 krónur um mánaðin. Stjóralønin í almenna partafelagnum við Vinnumálaráðnum sum einasta eigara er harvið millum tær hægstu innan tað almenna. Í fjør hækkaði mánaðarlønin hjá stjóranum við umleið 4000 krónum, sammett við árið fyri.

Yvir sær hevur Joel undir Leitinum eina nevnd, sum í fjør fekk tilsamans 678.000 krónur í samsýning.

Andras Róin fær 13.000 krónur um mánaðin fyri at vera nevndarformaður í Posta. Næstformaðurin, Reidar Nónfjall, fær 9500 krónur um mánaðin. Hini í nevndini, Aibritt á Plógv, Joan Benedikta Poulsen, Magnus Myrdal Hentze og Jens P. Jensen, fáa hvør 8500 krónur í samsýning um mánaðin.

Tilsamans fær nevnd og stjóri í almenna partafelagnum Posta góðar tvær milliónir krónur í løn og samsýning. Sambært roknskapinum starvast 124 fólk hjá Posta.

Til samanberingar verður stjórin í Almannaverkinum løntur eftir 39. lønarflokki hjá tænastumannafelag landsins. Tað gevur góðar 53.000 krónur í løn um mánaðin. Umleið 1700 fólk starvast í Almannaverkinum. Almannaverkið søkti herfyri eftir nýggjum stjóra. 16 umsóknir vóru til starvið, sum Edvard Heen varð settur í.

Les eisini: Posta besta úrslit í nógv ár