Joel sigur tilflytarasøgur

Trælistamaðurin Joel Cole letur upp framsýning í dag

Í kvøld kl. 19.00 verður fernisering í Müllers Pakkhúsi í Havn. Tað er framsýningin »Gróðursettur – Tilflytarasøgur«, sum letur upp.

Joel Cole, amerikanski trælilstamaðurin, sum býr í Føroyum, hevur skapt verkini á framsýningini, og hann hevur gjørt nógv burtur úr at gera framsýningina til eina forvitnisliga uppliving.

Á framsýningini eru umleið 80 verk, sum Joel hevur gjørt burtur úr træi, sum hann hevur flutt til Føroya úr Minnesota, haðani hann er ættaður.

Í kvøld verða røður, tónleikur og ábit til ferniseringina, og framsýningin hevur síðani opið um dagarnar frá kl. 14:00 til 18:00 í tvær vikur.