Joensen vs Rouault

Svimjing - Pál Joensen var 1,73 sekund aftan fyri Sebastian Roualt í evropameistarakappingini í 1500 metra frísvimjing. Nú skulu teir aftur svimja móti hvørjum øðrum

– Aftaná stórdystin í Budapest í summar, sleppa vit at síggja næsta partin av Rouault vs Joensen. Í einum av bestu dystunum í evropa­meistarakappingum var Pál Joensen á odda fyrstu 1350 metrar­nar, men Rouault vann við einum sek­undi.
Soleiðis skrivar Tom Willdrigde á Speed Endurance Swimming Blog. Hann gleðir seg til dystin millum Pál Joensen og Sebastian Rouault undir World Cup í Stokkhólmi um vikuskiftið.
Pál Joensen tekur fyri triðju ferð eftir sjey døgum lut í World Cup-kapping. Fyrst var hann í Berlin, síðan Moskva og nú Stokkholm.
Vágbingurin svimur 400 metra frísvimjing í morgin, og 1500 metra frísvimjing sunnudagin.

Aftur Biedermann
Paul Biedermann, Týskland, verður aftur millum mótstøðumenninar í 400 metra frí. Biedermann vann á Páli í Berlin seinasta vikuskiftið.
Yannick Agnel, Frakland, verður eisini við. Hann vann á stevnu í Genova seinasta vikuskiftið við somu tíð, sum Biedermann vann við í Berlin.
Biedermann og Agnel bardust um gullið í 400 metra frí í EM í Buda­pest í summar, so teir eru favo­rittar at vinna í morgin.
Sunnudagin fer slagið helst at standa millum Sebastian Rouault og Pál Joensen.
Birita Debes og Magnus Jákups­son taka eisini lut á stevnuni í Stokkhólmi. Tey venja miðvíst fram móti norðurlendsku junior­meist­arastevnuni í Kastrup í desember.