Jørgen bluffar!

Bjartskygdar framskrivingar

 

Jørgen snýtir ikki bara í tolli! Hann bluffar eisini, tá hann nú beint undan valinum roynir at billa fólki inn, at kroniska undirskotið á fíggjarlógini verður burtur, og at vit nú skjótt fara at rinda aftur skuld hjá landskassanum, sum er komin uppá góðar 5 mia kr.  

 

Samb. Jonhard Eliasen, er loypandi undirskotið hjá landskassanum bara higartil í ár 237 mio kr. í mun til 216 mio kr. siðsta ár. Við øðrum orðum eitt størri undirskot enn seinasta ár, sum tað verður ómetaliga torført at innheinta aftur restina av árinum.

 

Optimistisku framskrivingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum um, at vit fáa eitt yvirskot á fíggjarlógini í tíðarskeiðinum frá 2016 - 2020 uppá ávikavist 56,0 98,2 108,3 120,6 131,9 mio kr. eru tískil sera ivasamar, og als ikki haldbarar við førda politikkinum.

 

Almenna skuldin fer at vaksa

Veruleikin er tann, at útreiðslurnar hjá landskassanum eru vaksnar munandi meira enn inntøkurnar síðani 2007, og landskassin hevur havt hall øll árini síðani 2007, ella samanlagt ca. 3,1 mia kr.  

 

Fíggjarmálaráðið og Búskaparráðið hava útgivið hvør sína greining av haldførinum í almenna búskapinum. Samb. Fíggjarmálaráðnum sjálvum, so vísa metingarnar, at verða ikki ítøkilig tiltøk framd næstu árini fyri at bøta um javnvágina millum almennu inntøkurnar og útreiðslurnar, kann roknast við, at almenna skuldin fer at vaksa, sum frá líður. Hetta merkir í stuttum, at almenni búskapurin er ikki haldførur yvir eitt longri áramál, at almenna kredittvirðið versnar, sum frálíður, og at rentustigið og rentuútreiðslur hjá landinum tí fara at hækka.

 

Manglandi alternativar inntøkukeldur

Men hvørji ítøkilig tiltøk hevur Jørgen og sitandi samgonga framt fyri at bøta um javnvágina millum inntøkur og útreiðslur – rætt og slætt ongi!

 

Bert gjøgnumført flatskatt, og lagt hald á framtíðar inntøkur hjá samfelagnum við at forskattað pensiónir.

 

Skattatrýstið í landinum er eisini lækkað munandi síðani 2007, frá umleið 48 % av BTU í 2008 til umleið 42 % av BTU í 2014.

 

Alt gott um tað! Trupulleikin er bert at hetta ikki verður vigað uppaftur av øðrum inntøkukeldum, sum veruliga muna nakað í almenna húsarhaldinum.    

 

Eitt annað vandamál er somuleiðis, at eisini lønarparturin av samlaðu samfelagsinntøkunum er í munandi minking frá umleið 75 % í 2008 til umleið 65 % í 2014, av BFI, t.v.s., at peningurin av øktu inntøkunum í samfelagnum kemur ikki út í umfar, og skapar harvið ikki neyðugu eftirspurningin, sum skal til fyri at skapa meira virksemi og fleiri arbeiðspláss.

 

Bygnaðarliga hallið størsta vandamálið         

Stórsta hóttanin og vandamálið fyri framtíðina hjá føroyska samfelagnum er tó innbygda bygnaðarliga hallið, serstakliga orsaka av demografisku broytingini í aldursamansetingini við alt fleiri og fleiri eldri, og færri og færri yngra til at bera byrðarnar.

 

Búskaparráðíð hevur staðfest, at vit hava ein negativan haldføris-indikator uppá heili 5 . Hetta merkir í stuttum, at ein varandi fíggjarpolitisk herðing, sum í krónum svarar til -5% ella 750 mio kr. árliga av BTÚ, er neyðug til tess at tryggja, at nettoskuld/-ogn almenna geirans í prosent av BTÚ ikki veksur.  Útreiðslurnar koma sostatt at vaksa frá inntøkunum. Búskaparráðið sigur at hetta er ein gongd, sum  forbjóðar seg sjálv vegna ovurhonds skuldarvøkstur.

 

Fíggjarmálaráðið staðfestir sjálvt, at nevndu útlit fara at gera tað torførari at fáa javnvág millum almennu útreiðslurnar og inntøkurnar, og fer helst eisini at avmarka møguleikarnir at reka sjálvstøðugan fíggjarpolitikk í framtíðini, - t.v.s vandi er fyri einum fíggjarpolitikki stýrdur av kreditorum eins og í 1990 –árunum, um onki verður gjørt.

 

Naiv optimisma

Men hvat ger Jørgen. Hann ger onki! Hann málar bara alt ljósareytt, og tekur sær als ikki tykni av áhaldandi ávarðingunum um, at okkurt veruliga munagott má gerast fyri at fáa javnvág aftur í búskapin. Hann heldur, at vit bara kunnu sita hendur í favn og vóna at trøðini vaksa inn í himmalin, og at sokallaði hákonjuktururin heldur fram við fullari ferð, við ónormalt høgum prísum og nøgdum á okkara útflutningsvørum, metlágum rentum, og metlágum oljuprísum o.s.fr.

 

Hetta er ikki bara naivur politikkur, men hann er beinleiðis vandamikil, tá tað ikki kemst uttanum, at vanligi dagligdagurin altíð kemur aftur,  - og hvussu skal Jørgen tá fáa roknistykkið at hanga saman. Meg lysti at vita!

 

Bjørn á Heygum