Jørgen: Løgmaður má svara fyri hesum

- Um tað er vilji í samgonguni fyri at koyra víðari til tað síðsta, er ein spurningur, sum løgmaður má svara. Fólkaflokkurin fer ongan veg, sigur Jørgen Niclasen.

- Um tað er vilji í samgonguni fyri at koyra víðari til tað síðsta, er ein spurningur, sum løgmaður má svara. Fólkaflokkurin fer ongan veg, sigur Jørgen Niclasen.

 

Hóast trý samgongutingfólk atkvøddi fyri uppskotinum um misálit á Jørgen Niclasen, og onnur samgongutingfólk við søgdu seg ivast í um tey høvdu álit á Jørgeni Niclasen, so ætlar fíggjarmálaráðharrin ikki at leggja frá sær.

 

- Eg havi onga orsøk at leggja frá mær. Misálitisuppskotið gjørdist til eina álitisváttan á meg, sigur Jørgen Niclasen.

 

Men ein trupulleiki í samgonguni er, at tingmenninir Helgi Abrahamsen, Reimund Langard og Jenis av Rana atkvøddu fyri misálitsuppskotinum, og sostatt góvu til sjóndar, at teir ikki longur hava álit á landsstýrismanninum við fíggjarmálum.

 

- Tað er umráðandi fyri eitt framtíðar samstarv, at flokkarnir standa saman, og ivaleyst hevur løgmaður nakrar spurningar at svara eftir atkvøðugreiðsluna í dag, sigur Jørgen Niclasen.

 

Fleiri tingfólk førdu í dag fram, at hetta málið ikki snýr seg um løgfrøðiligar spurningar, men um politiskt óró og álit á politisku skipanina.

 

Jørgen Niclasen viðurkennir, at hansara persónur seinastu mánaðirnar hevur verið við til at skapt óró í politisku skipanini, men hetta er ikki nakað nýtt, sambært landsstýrismanninum.

 

- Tað hevur altíð verið og kemur altíð at vera óró í politisku skipanini. Eg síggi onga orsøk at leggja frá mær orsaka av tí, sigur Jørgen Niclasen.