Jørgen Niclasen fær tríggjar dagar at reinsa seg

Nú skulu Jørgen Niclasen og fýra journalistar í Føroya Rætt at finna útav hvør hevur rætt

Mánadagin byrjar nógv umrødda sakarmálið ímillum Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og fýra journalistar.

Og sakarmálið er drúgt, tí rætturin hevur sett heilar tríggjar dagar av til viðgerina.

 

Jørgen Niclasen hevur stevnt teimum fýra, Dia Midjord, kringvarpsstjóra, Liljuni Weihe, tíðindaleiðara í Kringvarpinum, Jan Lamhauge, tíðindamanni í Kringvarpinum, og Sveini Tróndarson, fyrrverandi ábyrgdara á Portalinum.

Hann vil hava tey fýra dømd fyri ærumeiðing í kjalarvørrinum á nógv umrødda tollmálinum, sum Kringvarpið og Portalurin gjørdi nógv burtur úr á sinni.

 

Rás2 staðfesti í morgun, at umrøðan byrjaði stutt fyri jól í 2013 og í stevningini sigur Jørgen Niclasen, at tey fýra hava, í felag og áhaldandi, sett fram ósannar og ærumeiðandi skuldsetingar móti sær fram til hálvan juni í fjør, tá ið hann stevndi.

 

Tað, Jørgen Niclasen stevnir fyri, eru páhald í Kringvarpinum og Portalinum um, at hann  skal hava ”snýtt landskassan fyri fleiri hundrað túsund krónur í tolli” í árinum frá1988 til 1994

 

Men hann stevnir eisini fyri páhald um, at at hann hevur ”svikað við tolli”, at hann hevur ”selt vørur uttan um tollmyndugleikarnar”, at hann hevur “stýrt ótollaðu søluni”, hevur ”tilvitað brotið tolllógina”, at hann  ”tilvitað skal hava áført landskassanum tap” og at hann skal hava ”snýtt sín samstarvspartnara Skipafelagið Føroyar”

 

Frammanundan hevði Jørgen Niclasen eisini kært til Fjølmiðlakærunevndina, men tá hann í fjørsummar gjørdi av at fara í rættin við teimum fýra, tók hann ta kæruna aftur.

 

Fyrsti rættarfundur í málinum byrjar mánamorgunin klokkan níggju, og síðani verður hildið fram við rættarfundum týsdagin og mikudagin við, og allar dagarnar verður byrjað klokkan níggju um morgunin.