Um eina viku verður frágreiðing almannakunngjørd, har Jørgen Niclasen greiðir frá málinum um, at hann skal hava snýtt í tolli fyri um 20 árum síðani. Tá fer hann eisini at gera viðmerkingar til málið.
Í tíðindaskrivi , sum Fólkaflokkurin sendi út um hálvgumseks tíðina í kvøld sigur Jørgen Niclasen, at tíðindini um tollsvik, sum Kringvarp Føroya og portal.fo hava borið síðani 19. desember eru ósonn. Jørgen Niclasen sigur, at hvørki Kringvarp Føroya ella Portal.fo hava prógv fyri hesum skuldsetingum.
– Nú krevja fjølmiðlar og onnur, at eg sjálvur skal reinsa meg fyri hesar ákærur. Ósonnu skuldsetingarnar snúgva seg um viðurskifti, sum eru 25 ára gomul. Øll skjøl frá hesi tíðini eru ikki til skjals, og fleiri lyklapersónar, harímillum pápi mín og leiðarin á goymsluni hjá Skipafelagnum, sum høvdu við felagið at gera, eru ikki á lívi longur, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur víðari, at fyri at eingin ivi skal vera um sína støðu, so undirstrikar hann, at tíðindini um, at hann skal hava snýtt í tolli eru ósonn og púra ógrundaði.
– Eg eri í holt við at gjøgnumganga málið, og í hesum liggur eisini, at ein frágreiðing verður skrivað. Nevnda frágreiðing verður væntandi liðug um eina viku. Tá verður hon almannakunngjørd, og eg fari tá eisini at gera viðmerkingar til málið, sigur Jørgen Niclasen.
Lesið eisini: - Eg noyðist at kæra