Jógvan imponeraður

Tað vóru bara blíð orð, sum løgtingsformaðurin hevði at bera teimum ungu í ungdómstinginum.

Tað vóru bara blíð orð, sum løgtingsformaðurin hevði at bera teimum ungu í ungdómstinginum

 

- Tey duga ómetaliga væl at bera seg fram, og tey eru ósmæðin, segði Jógvan á Lakjuni.

 

Hann heldur, at tey ungu duga eins væl og vanligu tingfólkini at fara við sær.

 

- Nú fara tey so í tríggjar nevndir at viðgera uppskotini, og í morgin verða so tilmælini løgd fram, og tey ungu fólkini sleppa at atkvøða um uppskotini, segði Jógvan á Lakjuni.

 

Løgtingsformaðurin helt, at tey ungu mundu duga minst líka væl at fara um, sum vanligu tinglimirnir.

 

- Tey hava verið ófør, staðfesti Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.