Jógvan málaður og hongdur á veggin í Løgtinginum

Í vikuni varð málningur av Jógvani á Lakjuni, fyrrverandi løgtingsformanni, avdúkaður í Løgtinginum

Tað skrivar Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna.

 

Tað er listamaðurin Sámal Toftanes, sum málaði málningin undir fyrru setuni hjá Jógvani á Lakjuni, sum var árini 2011-2015. Jógvan var eisini tingformaður árini 2019-2022.

 

– Tað var ein hátíðarlig og hugnalig løta, har familjan hjá Jógvani, politikarar og starvsfólk í Løgtinginum komu saman. Eg segði nøkur orð, Bárður á Lakjuni sang og spældi nøkur løg, og Jógvan helt eina takkarrøðu við hugleiðingum um eitt drúgt politiskt lív. Vit endaðu løtuna við at syngja "Boðar tú til allar tjóðir" eftir Jóannes Patursson, skrivar løgtingsforkvinnan.

 

Í Løgtinginum hanga málningar av teimum, sum verið hava tingformenn síðani Stýrisskipanarlógin varð samtykt í 1995.

 

##med2##

 

Tann fyrsta forkvinnan í Løgtinginum eftir at stýrisskipanin var Marita Petersen, sum var løgtingsforkvinna frá 1994 til 1995. Hon legði frá sær tá, tí tá gjørdist starvið sum løgtingsforkvinna fulltíðar starv, og hon vildi fegin halda fram í borgarliga starvi sínum sum sálarfrøðingur. Tí gjørdist Jógvan Ingvard Olsen løgtingsformaður á ólavsøku í 1995.

 

##med3##

 

##med4##