Tað er burtur úr vón og viti, at maðurin, sum er sekur í drápsroynd og grovum harðskapi í Norðdepli, skal sita í fongsli í 10 ár.
Tað heldur verjin hjá honum, Jógvan Páll Lassen.
Sum vit skriva aðrastaðni her á in.fo, hevur ákærin kravt, at maðurin skal sita í fongsli í minst 10 ár.
Les eisini: Ongin orsøk at taka synd í honum
Hetta hevur neystan gjørt verjan hjá honum málleysan.
Hann er nevniliga grundleggjandi ósamdur, og hann heldur, at tað er tekin um óhoyrdan grammleika frá ákæranum at krevja so harða revsing.
Hann heldur eisini, at tað er beinleiðis óføroyskt at fara so harðliga til verka ímóti einum 18 ára gomlum drongi.
Hann ásannar, at hetta er ein óheppin og býtt gerð. Tað er eitt stórt mistak, men maðurin er ongantíð revsaður áður.
Verjin vísir eisini á, at ákærdi hevur verið í kensluligum turblensi eftir at gentan, hann hevði gjørt tað liðugt við, brádliga var deyð og hann var farin at drekka illa.
Hann heldur, at hann má ikki so so harðan dóm, at hann missur alla vón um at verða ein góður samfelagsborgari aftur.
Ákærin heldur, at ein revsing á 4-5 ára fongsul er meiri hóskandi, men ein partur eigur at verða treytaður, tað merkir, at hann skal ikki sita ein part av dóminum, ger hann einki annað revsivert og fer í viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu.
Hann vísir á, at maðurin, sum varð dømdur fyri at drepa Dánjal Petur Hansen, fekk fongsul í 14 ár.
Tí heldur verjin, at tað er heilt burturvið at døma fongsul í 10 ár fyri eitt brotsverk, sum hetta.
Verjin avsannar, at ungi maðurin hevur roynt at drepa, tí var tað ætlanin, hevði hann dripið.
Hann vísir eisini á, at tað eru eingi læknalig prógv fyri yvirhøvur, at kvinnan, hann er dømdur sekur í at royna at drepa, hevur verið í lívsvanda.
Einasta merki, hon hevur, er eitt fingramerki á hálsinum, og hon misti ikki vitið.
Eitt vanligt tekin um, at fólk eru í lívsvanda, tá ið hvørkratak verður tikið á tey, er, at tey fáa blóðsprongd eygu.
Men tann kanningin er ikki gjørd í hesum sambandi og tí er einki prógv yvirhøvur fyri, at hon var í lívsvanda.
- Eg havi ongantíð vita, at nakar er dømdur fyri drápsroynd fyri so lítið sum hetta, sigur verjin.
Dómurin fellur seinnapartin og vit fylgja málinum.