Um lesarin skuldi ivast, so var tað Jógvan Skorheim, ið sat við valdi síðstu býráðssetu, og ikki undirritaði. Undanfarna býráð. Eg fari ikki at seta meg í tokið hjá borgarstjóranum, ið eftir mínum tykki er avsporað. Eg vil tó viðmerkja, nú borgarstjórin ger nógv burtur úr leikluti fólkafloksins, at fíggjarligu fyritreytirnar, tá undanfarnu býráð tók við, á ongan hátt kunnu sammetast við mettíðirnar, sum vit í dag eru vitni til. Hetta nýtist mær ikki at skera út úr pappi fyri borgarstjóranum, ið sjálvur eigur leiklut í tí framgongd, kommunan hevur verið fyri. Eg vil tó fyri borgarunum vísa á, at tá ið undanfarna býráð tók við, var árliga inntøkan hjá kommununi knappar 132 mill., meðan inntøkan hjá kommununi fyri árið 2014 fer at tátta í 175 mill. Vit tosa um 40 - 45 mill. í meirinntøku. Hallarmálið. Kommunuskuldin. Tá eg sigi, at lánini hjá Klaksvíkar kommunu ikki hava flutt seg, síðan vit høvdu borgarstjóraskiftið, so staðfestur borgarstjórin sjálvur við sínum tølum, at tað er rætt. At eg nú endurtaki meg sjálvan, er tí, at borgarstjórin enn einaferð er alment úti við upplýsingum til borgararnar, har hann ítøkiliga staðfestur - við pyntaðum tølum - at meirilutin fremur stórmál uttan lántøku. Lesarin kann sjálvur greina hesa talvu, tá ið tað nú endaliga er staðfest, at hallirnar vórðu yvirtiknar í hesari setuni. Eg endurgevi talvuna hjá borgarstjóranum.
|
| |
|
Lántøkan áljóðandi 14,8 mill. fyri býráðsmál 2013/064 , ið bleiv samtykt á býráðsfundi 29.01.13 eigur at vera trekt frá kommunuskuldini 2012. Tí er tað sjálvandi rætt, tá eg vísi á, at kommunan ikki fremur mál uttan lántøku. Tað harmar meg, at eg verði noyddir at rætta hesa kreativu vending hjá borgarstjóranum, men vit lata tølini og fundarsamtyktirnar tala. Eyðstein Poulsen Býráðslimur, Klaksvíkar Kommuna |