Tøgn, longsul, misnýtsla og kærleiki. Alt stór evni viðgjørd gjøgnum yrkingar og gjølla livandigjørd gjøgnum tónleikin, sum verður myndaður av tunga føroyska stevinum, brúsandi havi, hornorkesturslagverki, strúkarum, klaveri og fremst, men ikki minst einum sera ekspressivum Jógvani.
Hettar verður ein løta, har vit lata sálarkvølin tala. Vit fara at lurta, tá ið Jógvan sigur sína søgu gjøgnum tónleikin.
Sjey føroysk nøvn leggjast komandi vikuna afturat skránni hjá G! í 2024, har onnur føroysk kunngjørd nøvn higartil eru Elinborg, Alias Morera, Hamferð, Dania, Einangran, Knút og Eivør.
Fylg við, tá ið vit dagliga kunngera eitt spennandi føroyskt tónleikanavn.