“Mangt skal man hoyra, áðrenn av dettur oyra” sigur orðatakið. Landsstýriskvinnan í almennamálum er verðurliga farin at kasta alla ábyrgd frá sær í hesum døgum, og farin at gera kommunurnar til “skurkin” í eldramálinum. Lat meg sláa tað fast við tað sama. Kommunurnar eru ikki “skurkurin”.
Kommunurnar skulu ikki læstast fyri óskilið á eldraøkinum. Kommunurnar hava av øllum alvi roynt at loyst málið, men eru møttar við arogansu, illvilja og mótvilja til øll skilagóð uppskot til eina góða og virðiliga loysn fyri okkara eldru borgarar, sum hava tørv á røkt. Tað hevur verið “my way, or the highway” allan vegin ígjøgnum. Dropin fyri kommunurnar er nýggja kunngerðin um felags upptøkunevndir.
Tað er landið sum hevur gjørt sparingar á eldraøkinum, so okkarar borgarar ikki fáa tí tænastu, sum tey hava rætt til. Ikki kommunurnar. Tað er landið sum hevur niðurpínt heimatænastuna til onki, og ikki kommunurnar. Tað er landið, ið noktar at játta tað sum tað kostar at opna øll røktarheimsplássini, sum kommunurnar hava latið bygt, og ikki kommunurnar. Og soleiðis kundi eg hildið áfram.
Kunngerðin um felags upptøkunevndir fer ikki at loysa trupulleikan á eldraøkinum. Tvørtur ímóti. Hon skapar øsing og setir kílar millum land og kommunur, og vandi er eisini fyri, at hon fer at seta kílar í millum kommunurnar. Tað er long prógva í fjølmiðlunum. Hendan kunngerðin hevur verið ávegis í fleiri ár. Kommunurnar hava allatíð víst á, at hendan kunngerðin kemur ikki at loysa nakra avbjóðing á eldraøkinum, men bert skapa øsing og misstrivna. Undanfarnum landsstýrisfólk hava tikið hetta til eftirtektar, og latið vera við at lýst kunngerðina. Men ikki Annika Olsen. Hon hevur sett kunngerðina í gildi, hóast allar atfinninganar. Tað hevur hon sum landsstýriskvinna mandat til, og ta mandatið hevur hon nýtt. Men so má hon eisini taka avleiðinganar.
Eldraøkið er ein landsuppgáva, og ikki ein kommunal uppgáva.
Men av tí at landið so dyggiliga missrøkti hesa sera týðandi uppgávu, vóru tað kommunur sum tók stór tøk, bæði í góðum samstarvið kommununa millum, og sum einstakar kommunur, og lótu sambýlir og røktarheim byggja.
Fyri sambýlini fingu kommunurnar 50.000,- kr. í stuðli pr. búpláss og fyri røktarheimini frá ca. 500.000,- til ca. 800.000,- kr. (eitt røktarheimspláss kostar ca. 2,4 mió. kr. í dag, og sambýlispláss kosta kanska eitt sindur minnið).
Kommunurnar hava nýtt 100-tals mió. kr til íløgur, fyri at hjálpa landinum at røkja sínar uppgávur á eldraøkinum. Umframt tað, so rinda kommunurnar 100% av rakstrinum av bygningunum allar vørur v.m., ið vera nýttar á sambýlunum. Enntá rinda kommunurnar fyri náttarvaktinar á sambýlunum, tí landið ikki megnar tað. Fyri Eysturkommunu svarar hetta til eina íløgu fyri kommununa á ca. 40+ mió. kr og ein árligan rakstur á 2 mió. kr. netto. Hetta hevur Eysturkommuna gjørt fyri at tryggja sínum borgarum eina nøktandi tænastu, tí landið ikki megnar tað. Og so undrast landsstýriskvinnan á, at kommunurnar nú mótmæla ognartøkuni, sum kunngerðin um felgast upptøkunevndir í verðuleikanum er?
Ein felags upptøkunevnd skapar ikki fleiri røktarheimspláss, ella betri tænastu í Heimatænastuni, Annika Olsen
Av einari ella aðari orsøk fær man tí fatan av tí Annika Olsen sigur, at ein felags upptøkunevnd fer at loysa avbjóðinganar á eldraøkinum, og geva teimum sum mangla pláss, eitt pláss. Ein felags upptøkunevnd fer ikki at skapa fleiri røktar- og sambýlispláss, sum er tað vit hava tørv á.
Ongatíð havi eg hoyrt nakran ført fram, at tað eru ov nógv sambýlis- ella røktarheimspláss í Føroyum. Tvørturímóti verður javnan ført fram, at tað er stórur tørvur at fleiri plássum, og meira játtan til heimatænastuna. Hvat munar tá ein felags upptøkunevnd?
Háðan av kommununum
Tað er átlauvert at hoyra landsstýriskvinnuna í fjølmiðlunum í hesum døgum siga, at kommunurnar klára ikki at samstarva. Haldi kommunurnar fram um mangt annað hava prógva at tær eru fult førar at samstarva. Hugsa vit bert um eldraøkið, eg kundi tikið fólkaskúlan, renovatión, sev o.s.fr. fram, men lat tað liggja, so er Eysturoyar Ellis- og Røktarheim, Hamragarður og Mørkin góð dømir uppá samstørv millum kommunur, og kommunur og privat borgarar. Trupulleikin liggur als ikki í einum væntandi samstarvið millum kommunurnar. Og at pástanda tað, er ein háðan móti teimum. Trupulleikin liggu í, tá hugsa verður um eldraøkið, at landsstýriskvinnan førir ein politikk sum er “my way, or the highway”, og nú hava kommunurnar so sagt, at tær velja “the highway”.
So nú haldi eg persónliga tað, at landsstýriskvinnan bara skal fara undir eina tilgongd at taka ALT eldraøkið inn aftur til landið, sjálvt um eg eri sannførdur um, at ALT eldraøkið hevði ligið betri og nattúrligari hjá kommununum. Men hon má sjálvandi endurrinda kommununum fyri tær útreiðslur tær hava havt av at tikið um endan, har landið hevur svikið.
Til seinast haldi eg tað ikki sømir seg fyri eitt landsstýrisfólk, at nýta eitt so syndarligt dømi sum var nýtt í D&V fríggjakvøldið, til at tæna sínari søk. Dømi var um ein eldir og óhjálpnan persón, sum var fluttur millum 4 kommunur, tí hann tilfeldivís ikki búði í røttu kommununi, sum landsstýriskvinnan málbar seg. Ongin ynskir okkara eldru fólkum tílíka lagnu, og hava tey nógv betri uppiborði. Gloymi ikki, at tað eru tey sum hava lagt lunnar undir tað, vit í dag njóta gott av. Men at flætta eitt tílíkt dømi inn í grundgevinganar fyri støðu landsstýriskvinnuni, er undir alt lágmar. Hon hevur fulla ábyrgd av økinum, og ein felags upptøkunevnd loysir ikki hendan trupulleikan, tí hon skapar ikki fleiri pláss. Og tað eru bert fleiri pláss sum kunna fyribyrgja tílíkar støður. Var tað ikki hasin persónurin, so var tað tíanverri onkur annar sum bleiv fluttur runt.
Jóhan Christiansen, borgarstjóri