Einskiljing
Ætlanin hjá samgonguni at einskilja Farmaleiðir hjá Strandferðsluni, hevur fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin.
Samgongan er komin væl áleiðis við ætlanini at einskilja Farmaleiðirnar hjá Strandferðsluni, men nú hevur Johan Dahl, løgtingsmaður úr Suðuroy, reist iva um ætlanina.
Sum løgtingsmaður úr Sambandsflokkinum, er hann sjálvsagt eisini í samgonguni og nú ger hann púra greitt, at tað kemur ikki upp á tal at einskilja Farmaleiðis uttan so, at ávísar treytir verða uppfyltar.
Tað gjørdi hann samgonguni staðfesti hann á fundi í Suðuroy í gjárkvøldið um samferðsluna ímillum Havnina og Suðuroy.
Tað, sum løgtingsmaðurin serliga stúrir fyri, er fiskavirkini kring landið.
Sum er, kunnu Fiskavirkini keypa smáar nøgdir av fiski kring alt landið og fáa tað flutt til dyrnar við Farmaleiðum hjá Strandferðsluni.
Spurningurin er, hvussu verður við hesari tænastuni, tá ið Farmaleiðir eru einskildar.
Og tað er akkurát hesin spurningurin, sum sambandsmaðurin úr Suðuroy vil hava fulla greiði á, áðrenn hann vil góðtaka nakra einskiljing.
Ikki upp á tal
Hann ger tískil samgonguni púra greitt, at hann og sambandsflokkurin fara undir ongum umstøðum at góðtaka, at Farmaleiðir verða einskildar, uttan so, at felagið, sum yvirtekur tær, fær flutningsskyldu mótvegis útjaðaranum.
- Við mær og sambandsflokkinum í samgongu, kemur tað ikki upp á tal at einskilja Farmaleiðir, uttan at felagið, sum yvirtekur tær, fær flutningsskyldu, so at virkini í útjaðaranum ikki vera verri fyri enn tey eru nú.
Jógvan við Keldu, landsstýrismaður vísir á, at ætlanin er ikki at einskilja Farmaleiðir í Sandoynni og í Suðuroy.
Men fyri virkini í útjaðaranum er tann stóra og heilt avgerðandi styrkin hjá Farmaleiðum hjá Strandferðsluni, at Fiskavirki í útjaðaranum hava kunnað keypt smáar nøgdir av fiski og fáa tey flutt til virkini rættiliga ómakaleyst, tí Farmaleiðir hava verið ein samanhangandi eind, sum kann flyta fiskin úr einum enda í landinum, tvørtuum alt meginøkið og út hin endan í landinum.
Útjaðarin skal ikki bløða
Johan Dahl sigur, at hann tekur undir við einskiljingum.
Men tær mugu gerast soleiðis, at útjaðarin ikki kemur at bløða fyri tær og fær trupulleikar við at fáa sínar vørur.
Hann segði at í sambandi við ætlanina at einskilja Farmaleiðir, verður tað størsta uppgávan hjá samgonguni at tryggja, at virkini í útjaðaranum ikki á nakran hátt verða verri fyri enn tey eru nú. Og fæst tann trygdin ikki, verður heldur ongin einskiljing, í hvussu so er ikki við sambandsflokkinum í samgongu, gjørdi hann púra greitt.
Johan Dahl segði eisini, at hann kom við hesi fráboðanini, tí hann hevði frætt at tað er ikki ætlanin at áleggja felagnum, sum skal yvirtaka Farmaleiðir, nakrar flutningsskyldur mótvegis útjaðaranum.
Ein trupulleiki
Hendan spurningin bar ikki til at fáa greiði á til blaðið í dag.
Tað eydnaðist ikki at fáa fatur á Jógvani við Keldu, landsstýrismanni í samferðslumálum, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Men ein annar útjaðaratingmaður úr samgonguni,Hendrik Old, ásannar, at spurningurin um flutningin til útjaðaran er ein trupulleiki, sum má loysast.
Tað er ein spurningur, hvussu vit tryggja, at virkini í útjaðaranum ikki vera fyri vanbýti og tað er ein spurningur, sum samgongan má viðgera.
Hann sigur, at tað er ein orsøk til, at politiski myndugleikin ikki heilt sleppur takinum á Farmaleiðum, men ikki fer at einskilja Farmaleiðir í Suðuroy og í Havnini.
Kortini ásannar hann eisini, at nú alt meginøkið er og verður bundið saman við tunlum og brúm, kemur meginøkið í eini serliga støðu og tá vera fiskavirkini í Suðuroy og í Sandoy, sum koma í eina torføra støðu og tað er ein trupulleiki, sum má loysast, sigur Hendrik Old.
Men hetta er ein trpulleiki, sum samgongan enn ikki hevur funnið eina loysn á, leggur hann afturat.
Roynt í fleiri ár
Annars hevur verið tosað í eini 20 ár um at einskilja Farmaleiðir, men tað er ongantíð eydnast. Tað eini tíðina vóru politikarar speiðriknir fyri, at hoyrdu skiftandi samgongur nógv fyri, at tað einasta, sum varð hent við Farmaleiðum, var, at lastbilarnir, sum einaferð vóru reyðir, blivu málaðir bláir.
Og nú hongur so ætlanin at einskilja Farmaleiðír so einaferð enn í einum klønum trái.