DANMARK 1. DEILD
Hjá Horsens og Johan B. Hansen hevur gongdin í vár mint nógv um hana hjá Brøndby. Eftir greitt fremsta pláss í vetrarsteðginum hava teir søplað leiðsluna burtur. Í fyrstu atløgu tóktist tað sum um, at næstfremsta plássið fór at verða tryggjað, og tað hevði verið nóg mikið til uppflyting. Men nú sær einki út, og fýra umfør undan kappingarenda er støðan soleiðis, at tað næstan skal eitt undur til, um Horsens skal vinna næstfremsta plássið frá Randers.
Sunnudagin var Horsens í Fredericia. Heimaliðið hevði ikki vunnið síðani vetrarsteðgin, men tað sást ikki á avrikinum. Fredericia vann 3-0 á Horsens, sum ikki tykist sleppa av aftur við gummibeinini.
Hjá oddaliðunum var eingin slingur í valsinum. Silkeborg sum ivaleyst verður tryggjað matematiskt at flyta upp næsta vikuskifti, vann 5-0 á illa stadda FC Aarhus, og Randers vann ikki minni enn 7-0 í Vejle! Hetta man vera ein tann størsti ósigurin hjá Vejle á heimavølli í mong, mong ár.
Felagið hjá Christian Høgna Jacobsen er ikki væl fyri. Stórtapið bendir á ikki serligar vánir at vinna tað, sum krevst fyri at yvirliva. Vejle er undir strikuni, men teir eru ikki heilt dumpaðir enn. Fyri Vejle kom tað væl við, at Skjold vann grannastríðið 1-0 ímóti B93, tí B93 er bara eitt stig frammanfyri Vejle.
Niðurflutta B1913 vann 3-2 á Brønshøj, sum harvið framvegis er møguligur niðurflytari.
Fremad Amager slapp næstan leyst av hóttanini um niðurflyting. Eftir fyrra umfarið sá tað ikki væl út á heimavøllinum í Sundby, har Sønderjyske var frammanfyri 2-0. Eingin føroyingur hevði verið á vøllinum í fyrra umfarinum. Beinanvegin eftir steðgin kom Hjalgrím Elttør inn, og í 58. minutti varð Andrew av Fløtum skiftur inn. Hann hevði bara verið á vøllinum í tveir minuttir, tá ið hann minkaði um munin, og tríggjar minuttir undan leikloki javnaði Fremad Amager til 2-2. Einki var at síggja til Jann Inga Petersen.