Johan ger fólkaræðið til láturs

Floksformenn hava trupult at taka Hin stuttliga flokkin í álvara, men tora ikki at venda honum bakið

? Demokratiið er so óendaliga tolið. Tí tolir demokratiið eisini ein slíkan flokk, heldur Óli Breckmann, formaður í Fólkaflokkinum á tingi, um at Johan í Kollafirði stillar upp til løgtingsvalið við Hinum stuttliga flokkinum.
Beint tvørturímóti heldur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum. Hann dugur ikki at síggja nakað stuttligt við nýggja flokkinum yvirhøvur.
? Tað er niðurgering av fólkaræðinum. Aðrastaðni liggja lík í milliónavís eftir á í stríðnum fyri rættinum at atkvøða. Demokratiið er ov dýrabært til ein slíkan flokk, sigur Jenis av Rana.

Vita ikki um hann er stuttligur

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum, viðurkennir rættin hjá Hinum stuttliga flokkinum at stilla upp. Hann heldur, at ein slíkur flokkur kann seta fokus á mál, sum annars ikki høvdu komið fram.
? Kanska kunnu skeivir vinklar í politikki føra til, at eisini politikarar verða meiri sjálvkritiskir, sigur Høgni Hoydal, sum kortini væntar, at Hin stuttligi flokkurin man fara at koma við onkrum álvarsomu.
? Sum orðatakið sigur, so er álvara í gaman. Vit vita ikki enn, hvat flokkurin fer at standa fyri, og tí er eisini trupult at siga, hvønn leiklut hann fera at fáa í valstríðnum, sigur Høgni Hoydal.

Hin stuttligi Javnaðarflokkurin

Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, heldur seg kenna sjónarmiðini hjá Hinum stuttliga flokkinum aftur. Javnaðarfólk duga bara ikki at siga síni sjónvarmið so stuttliga, sum Johan í Kollafirði.
? Eg betrakti hin stuttliga flokkin sum stuttliga partin av javnaðarflokkinum. Johan stendur persónliga fyri nógvum sjónarmiðum, sum Javnaðarflokkurin tekur undir við, heldur Jóannes Eidesgaard
? Tú kanst siga at vit standa fyri serøsa partinum av hesum sjónarmiðum, meðan Johan stendur fyri tí skemtingarsama. Johan hevur nøkur sosial mál, hann brennir fyri og tað gera vit eisini, sigur Jóannes Eidesgaard.
Jóannes Eidesgaard viðurkennir rættin hjá Johan í Kollafirði at stilla upp, tí tað er ein demokratiskur rættur.
? Tað er ymiskt hvussu fólk siga ting. Summi siga nøkur alvorlig ting upp á
ein skemtiligan hátt, meðan onnur gera umvent. Eg haldi at tað er ein ávísur
álvara í tí, sum Johan sigur, sjálvt um hann sigur tað á ein stuttligan
máta, heldur Jóannes Eidesgaard.

Stúrir fyri tíðarspillu

? Jú okkurt skal eisini vera at flenna at í politikki. Vit skulu eisini hava skemt, sigur Óli Breckmann, sum sjálvur javnan roynir seg við skemti - bæði frá tingsins røðarapalli og millum fólk.
Men Óli Breckmann sær tó ein lítlan vansa við nýggja flokkinum.
? Tað verður kanska eitt sindur tyngri at avvikla politiskar fundir, tí nú verður ein flokkur meiri, sum skal hava orðið. Tá agitasjónin fer í gongd, so vil hesin nýggi flokkurin upptaka agiasjónstíð. Tó kann tað kanska fáa summi at halda, at fundartíðin tykist styttri, sigur Óli Breckmann.