Johan hásetti margfeldni

Kring landið hevur grækarismessuhald verið í dag. Grækarismessa er í morgin, men ikki er óvanligt at halda dagin sunnudagin, ið er næstur við sjálva messuna.

So var eisini í Vági í dag, og røðarin var Johan Dalsgaard, Johan í Kollafirði ella nú Johan í Fámará.

At Johan nú er í Fámará hevur fingið Skótaliðið Royndina í Vági, ið vanliga skipar fyri grækarismessuhaldi í Vági, at fáa Johan at halda grækarismessurøðuna í ár.

Og ikki óvæntað, so legði Johan út við at siga, at hann nú fór at halda eina røðu, ið kanska var eitt sindur øðrvísi, enn slíkar røðu vanliga eru.

Síðani tók hann ein lepa fram og segði, at røðan stóð skrivað á lepan, ið var av einum pakka av sukurlátuviðskera.

Johan fór víða og mintist m.a., hvussu hann einaferð hevði biðið eitt tjaldur tiga, tá hann einaferð sum ungur lá einsamallur í tjaldi. Hetta var sagt við heldur ljótum orðum, og Johan vildi fegin biða orsaka fyri hetta.

Johan tosaði annars um ymisktleikan í fjøldini, sum møtt var á vøllinum við minnisvarðan í Vági, og millum menniskju yvirhøvur. Sum blandað bomm. Men tekur ein eittnú bláu bommini burturúr rúgvuni, so er ikki talan um blandað bomm longur.

Og so er tað ymiskleikin í tilveruni.

Fliðan kann súgva seg fastan, og síðani sita fyri onki í tímavís, kanska áravís, men tjaldrið, ið kanska hevur hug á fliðuni, kann ikki bíða so longi, og tá flóðin kemur, má tjaldrið fara avstað. Men Johan helt, at tað er ein vandi við teimum, ið ikki eru við til at mynda samfelagið, gera tað ymiskt og margfelt. Ein skal vera á varðhaldi fyri alt ov stillu fliðunum. Nakað soleiðis var staðfestingin hjá Johan í Fámará, innan hann endaði við alment at biða tjaldrið, ið hann fyri mongum árum síðani gjørdi firti, um umbering.

Fjøldin fagnaði heldur øðrvísi røðuni, og síðani sang kórið Ljómur. Endað varð við at syngja tjóðsangin sum felagssang.