Seinastu árini hevur Johan Dalsgaard – best kendur sum Johan í Kollafirði – búð á garðinum Stjernekilde á Fjóni í Danmark. Í nett eitt ár hevur hann hildið saman við 25 ára gomlu ensk-donsku kvinnuni Kat Whitehouse.
Seinastu tíðina eru nýggjar myndir av lívinum á garðinum lagdar á Instagram-profilin hjá Johan í Kollafirði – myndir av Johan, Kat og garðinum. Johan í Kollafirði greiðir soleiðis frá:
- Á øllum málingablikkunum stendur "Må ikke bruges i direkte solskin", men tað noyðist eg at ignorera. Her er brennandi sól, og eg eri í gongd við at mála tær 32 úthurðarnar, sum eru á bóndagardinum Stjernekilde. Hvørja kaffipausu blívi eg biðin um at seta meg á ein stól ella standa og síggja skrappur út, tí Kat er púra burtur í at taka myndir frá fyrr-í-tíðini. Hon málar eisini. Eg máli hurðar, og hon málar myndir. Hon sigur at hennara fotografiir og hennara kunstmálningar vísa, hvussu hon uppfatar veruleikan. Og sanniliga er tað ein flottur veruleiki, på godt og ondt, sum hon diskar upp við.
Nú er langt ímillum, at Johan í Kollafirði vitjar í Føroyum, men um stutta tíð verður hann aftur at síggja her á landi.
- Í løtuni hava vit bæði feriu. Kat byrjar uppá lestur aftaná summarferiuna, og eg byrji sum pedagog á einum ellisheimi um ein mánað. Vit eru heima og fríðka um hvønn dag. Tann 24. juni sigla vit til Føroya, tí mamma mín hevur stóran 70 ára fødingardag. So tað gongur uppá stás, sigur Jóhan í Kollafirði.
- Kat er super perfektionistisk, tá tað kemur til myndir, og hon gleðir seg at taka fleiri myndir, tá vit koma til Føroya – millum annað úr Famará.