Johan lægsta boð í peningi

Ein stórur partur av tilboðnum hjá Johan Dalsgaard upp á festið í Fámará var fíggjað við mótrokning, men ikki er greitt, um tað verður góðtikið

Teldan hjá sakføraranum, sum Búnaðarstovan fekk at lýsa festið í Fámará til sølu, gekk heit, beint upp undir, at boðini skuldu vera inni 25. juni klokkan 12.
Men áðrenn tað, tóktist áhugin ikki vera so stórur.
Fyrst var bara eitt boð, og tað var frá Johan Dalsgaard og konuni Rakul. Boðið var 1.000 krónur.
- Tann 1. juni 2012 fekk eg enn eitt boð upp á festið. Hetta boðið var upp á kr. 100.000,- og var frá Arna T. Brattaberg við fleiri, sum vístu á, at tey vóru eftirkomarar av Arna Brattaberg og Onnu, sum áður høvdu búð í Fámará, og at festið tískil hevði stóran kensluligan týdning fyri tey. Váttan um fígging kom eftirylgjandi, og boðað varð haraftrat frá, at tað var fyrrverandi festarin í Fámará, Árni Brattaberg, sum ætlanin var skuldi koma at standa fyri festinum. Onki beinleiðis prógv fyri, um Árni Brattaberg leyk treytirnar fyri at festa, var viðlagt boðnum, skrivaði, Jens Andrias Vinther, advokatur hjá Búnaðarstovuni í brævi til Fiskimálaráðið 5. juli.

Meira vert
Av tí at einki hægri boð kom inn, og Búnaðarstovan metti, at festið kundi seljast fyri hálva mió. krónur, varð festið lýst leyst av nýggjum. Freistin varð sett til 25. juni.
Tá komu fleiri fyrispurningar inn, og advokaturin mælti øllum til at bjóða tað mesta, tey kláraðu, áðrenn freistin var úti. Hann segði teimum eisini, at um kappbjóðing skuldi vera, mátti hon vera liðug á middegi 25. juni.
Klokkan 10.08 tann morgunin kom boðið frá Johan Dalsgaard. Boðið var samansett av 125.000 krónum í reiðum peningi og kr. 390.275, sum mótrokning fyri arbeiðið, hann hevur gjørt í Fámará.
Hálvan annan tíma seinni svaraði advokaturin, at hann hevði tikið ímóti boðnum, men at hann ikki kundi siga, um boðið fór at verða góðtikið, tá ið alt boðið ikki var í reiðum peningi.

Longri upp
Árni Brattaberg, sum hevði boðið 100.000 krónur, fekk at vita, hvat Johan Dalsgaard hevði boðið, og Árni Brattaberg segði, at hann fór at bjóða 520.000 krónur.
Klokkan 11.45 kom boðið frá uppisitaranum í Fámará seinstu 12 árini, Jens Hera Joensen. Hann bjóðaði 400.000 krónur og hevur eisini eitt mótkrav upp á 1.312.500 krónur. Hann var tó sinnaður at sleppa mótkravinum, um hann fekk festið, men vildi ikki fara longur upp í reiðum peningi.
Klokkan 11.49 kom boðið upp á 520.000 krónur frá Árna Brattaberg, sum viðhefti fígging frá BankNordik upp til 600.000 krónur. Hann sendi seinni boð um, at fór onkur uppum, var hann til reiðar at bjóða meira.
Eitt lægri boð kom løtu eftir.
Klokkan bleiv 12.00, og eingin fekk tí høvi at bjóða meira.

Innstillaði Arna Brattaberg
Advokaturin innstillaði Árna Brattaberg til festið, tí advokaturin helt seg ikki vera tann rætta at taka dagar ímillum, um mótrokning kundi telja við.
Jóhan Dalsgaard kærdi innstillingina til Fiskimálaráðið, men sambært advokatinum hevði hann bara triðhægsta boð samanlagt og fjórðhægsta boð í reiðum peningi.

Vandi fyri at missa
Hóast advokaturin mælti frá, valdi Fiskimálaráðið at steðga søluni av festinum. Ein grundgeving fyri tí var, at vandi var fyri, at boðgevarar fóru at leypa frá, og minni tí kundi koma inn fyri festið.
Stjórin í Búnaðargrunninum helt tað av somu orsøk vera skeivt at útseta søluna. Hann skrivaði í brævi til Fíggjarmálaráðið.
- Eisini skal gerast vart við, at sølan av einum festibrævi og tann peningur, sum kemur inn fyri tað, ikki eigur at tvinnast saman við einum møguligum endurgjaldskravi.
Nevnast kann, at bæði Johan Dalsgaard, Árni Brattaberg og uppsitarin Jens Heri Joensen lúka treytirnar viðvíkjandi útbúgving.
Síðan er tað hent, at Johan Dalsgaard hevur fingið sær danskan advokat, sum fegin vil hava útsett málið, tí hann vil hava alt tilfari umsett til danskt, og tí hann er í summarfrí.
Búnaðargrunnurin skal eisini góðkenna festaran, og tað snýr seg um, hvørt hann stendur í skuld til grunnin.