Johan Nielsen hevði viljað vart tey samkyndu! 

? ?Í samband við orðaskiftið, ið hevur verið í seinastuni viðvíkjandi møguligum broytingum í revsilógini fyri at verja tey homoseksuellu móti ágangi, hava mótstøðufólk móti lógarbroytingunum fleiri ferðir, bæði í lesarabrøvum og frá tingsins røðarapalli, drigið pápa okkara, Johan Nielsen, upp í kjakið. Bæði við feilendurgevingum og beinleiðis ósannindum, hóast hann í meira enn 23 ár hevur ligið undir grønu torvu.
Hettar vilja vit systkin - á allar harðligasta hátt - mótmæla. Tí á tann hátt tekna mótstøðufólkini eftirtíðini eina rangmynd av pápa okkara, har tey lata hann standa fyri nøkrum meiningum, sum eru beinleiðis tað mótsetta av tí, hann prædikaði, stóð fyri og trúði uppá, nevniliga kærleika, tolsemi og syndanna fyrigeving.?Vit ivast tí onga løtu í, at um pápi okkara hevði verið á lívi í dag, hevði hann staðið í fremstu røð millum teirra, ið vilja broyta lógina og á tann hátt verið við til at vart ein veikan bólk í samfelagnum. Ja, vit kunna næstan hoyra hann fyri okkum, siga:?»Minnist til, at alt tað tit gera móti tí minsta av mínum…«? ?vinarligast
Michel Nielsen
Jacob Nielsen
Ole Nielsen
Bjørg Nielsen
Jens Nielsen