Johan og Rakul ætla sær ongan veg

Johan og Rakul fyrireika seg, men hava ikki ætlanir um at fara úr Fámará.

Hóast stjórin á Búnaðarstovuni við ráðgevum hava vitjað í Fámará í morgun, fyri at vita um Johan og Rakul eru farin av festinum, so er greitt, at Johan og Rakul ætla sær ongan veg.

Nú freistin er farin, og tey ikki eru farin, endar málið hjá Fútanum.

Vit vitjaðu í Fámará seinnapartin í mjørkanum, sum liggur tættur niður í túnið.

 

Har gongur alt sína vanligu gongd, undantikið, at Rakul og hjálparfólk fyrireika at flyta nøkur av djórunum úr Fámará, tí tey skulu ikki nýtast ella liggja í klemmu, um løgreglan verður send at at fáa búfólkini í Fámará av festinum.

- Líkasum onnur ikki høvdu nýtt, ella misnýtt síni børn í slíkum stríði, so fara vit heldur ikki at nýta djórini,men flyta tey í trygt umhvørvi, sigur Rakul.

Johan fæst við ymiskt praktiskt, so sum at fáa rættlag á teirra streymveiting, ið hevur havt brek.

Johan tók væl ímóti fólkunum frá Búnaðarstovuni í morgun, sigur hann.

- Men eg var heldur ikki so yvirblíður, so sum onkutíð fyrr, sigur Johan, sum tó leggur afturat, at alt gekk siðiliga fyri seg.

Johan Dalsgaard hevur verið í samband við Fútan og Fiskimálaráðið, og hann væntar ikki, at nakað stórvegis hendir í málinum fyribils, tí málið tykist ikki hava skund.

- Málið skal viðgerast og so er hetta eisini tíðin, tá fólk halda frí, so kanska eru tey ikki væl mannaði at taka sær málinum, sigur Johan.

Men onnur á garðinum eru ikki líka trygg, og eru heldur ivasom, hvørt okkurt ikki kann henda næstu dagarnar. Tí arbeiða tey við at flyta nøkur av djórunum til tryggari støð í Føroyum.

Men ongar ætlanir eru um at fara úr Fámrá.

- Nei, vit ætla okkum ongan veg, staðfesta fókini í Fámará, sum hava kært avgerðina hjá Búnaðarstovuni um at lata øðrum festara festið í Fámará.

Áðrenn kæran er viðgjørd væntar Johan ikki, at løgregla ella onnur, koma til Fámará at gera álvara av ávaringunum um at reka tey av festinum.