Johan Simonsen 75 ár

   

Mánadagin 3. mars bleiv Johan Simonsen bilførari í Havn 75 ár. Johan er føddur og uppvaksin á Skarvanesi. Í 1945 flutti hann til Havnar. Hann koyrdi bil hjá pápanum, Mortan Sim-onsen og seinni á Bilstøðini í J.C. Svabosgøtu. Hann var ein av fyrstu partaeigarunum í bilstøðini Taxa, sum bleiv stovnað í 1952 og skifti navn til Auto í 1955. Johan giftist í 1958 við Annu, dóttir Karl hjá Lang-Harald, úr Havn, og eiga tey tríggjar synir og eina dóttir. Anna og Johan hava seinnu árini búð á Argjum. Johan er enn ein av bilførarunum í Auto.