Johanna til Kirkwall

Johanna lá í gjár fullriggað við bryggju í Vági og hon fór seinnapartini gjár til Kirkwall

Johanna TG326 er í løtuni einasta veruliga slupp í landinum, nú Westward Ho hevur ligið fyri vág og vind í nøkur ár. Har er tó við at koma betri skil á aftur.
Men Eisini hjá Johonnu hevur mangan verið baldrut og virksemið hevur verið heldur lítið seinnu árini og ongan veruligan túr hevur hon verið í rættuliga langa tíð.
Men í gjár var tað ein vøkur sjón at síggja hetta livandi fornminni liggja fullriggað við bryggju í Vági, meðan menn av Vágs Skipasmiðu kolfatraðu á dekkinum. Málað og í góðum standi er hon, eftir at hava verið ein túr á beding nakað herfyri.
Í gjár seinnapartin stevndi Johanna út av Vágsfyrði og kósin var sett móti Kirkwall í Oyrknoyggjunum. Tað eru menn úr Grindabátafelaganum í Vági, ið fara henda túrin.
Fyri nøkrum árum síðani vóru teir í Svøríki og tað er nærum sama manning, sum nú hevur tikið stig til at fara henda túrin til Kirkwall.

Tungt tak
Magni Eidesgaard, formaður í Felagnum Johanna TG 326 sigur, at tað er eingin loyna, at tað er meira enn trupult at reka slíkt far og slíkt felag. Fyri fáum árum síðani var neyðugt at fara til Danmarkar at gera ymsar ábøtur og hetta var kostnaðarmikið. Og onkur kønur maður hevur mett, at tað skal nógvur peningur til á hvørjum vári, skal alt haldast viðlíka. Og krøvini til før á sjónum í dag er sera hørð.
- Gott var, at hon varð verðandi her í Vági, tí førleikin er her at gera slíkt arbeiði, sum krevst. Og hugsast skal so eisini um, at her er gyltur møguleiki at halda ymsar førleikar viðlíka við slíkum fari, sigur Magnmi Eidesgaard.
- Fyrr gjørdu menn viðlíkahaldsarbeiði í fríløtum. Teir dugdu tað. So er ikki í dag og tungt er at fáa alt at mala runt. Tíðin við ókeypis arbeiðsmegi er eisini við at vera farin, sigur Magni Eidesgaard,
Og tað er tungt at fáa peningaviðurskiftini at flóta omanfyri vatnskorpuna, og mangir, ið hava nýtt stóran part av lívinum upp á at halda lív í felagnum, hava blakað frá sær, tí eingin endi sæst á. Magni Eidesgaard sigur seg vóna, at sluppin einaferð kemur undir veingjabreiðið hjá Mentamálaráðnum, tí onnur vón er ikki.
Og hann vísur eisini á, at Johanna hoyrur ongastaðni heima. Hon er fiskifar, seglskip og ferðamannaskip og hevur hjálpimotor. Og hóast hon, sum yvir 100 ára gomul av sær sjálvum gerst fornlutur, so eru ongar reglur fyri fornlutir á sjónum ella sjósøvn.
Johanna, sum nú aftur sleppur at royna seg á bylgjuni bláu, er bygd í 1884.