Jóhanna var fyrsti kvinnuligi politikarin í Føroyum

ALTJÓÐA KVINNUDAGUR: Fyrsta kvinna í Føroyum, sum var politikari, var Johanna Mortensen á Tvøroyri

ALTJÓÐA KVINNUDAGUR: Fyrsta kvinna í Føroyum, sum var politikari, var Johanna Mortensen á Tvøroyri, sum varð vald í sóknarstýrið í Frodebo Sogns Kommune í 1918

 

Tað tók drúgva tíð frá tí at kvinnu fyrstu ferð kundu veljast á ting í 1918, til Jona Henriksen sum fyrsta kvinna fekk fast sæti á Føroya Løgtingi í 1975. Hon fekk sæti tá sum varafólk fyri landsstýrismann. Ikki fyrr enn í 1978 vórðu fyrstu kvinnur valdar á ting, Jona Henriksen úr Javnaðarflokkinum og Karin Kjølbro úr Tjóðveldisflokkinum.

 

Ta søguna kenna vit. Eisini at Malla Samuelsen í Havn var fyrsta kvinna, sum yvirhøvur hevði sæti á tingi, tá hon eitt skfiti í 1964 var inni sum varafólk fyri Marius Johannesen úr Sjálvstýrisflokkinum.

 

Men fyrsta kvinna í Føroyum, sum var politikari, var Johanna Mortensen á Tvøroyri, sum varð vald í sóknarstýrið í Frodebo Sogns Kommune í 1918.

 

– Omma verður altíð gloymd, tá fjølmiðlar tosa um fyrstu kvinnuna í politikki í Føroyum. Tað haldi eg vera spell. Tí hetta var longu sama árið, sum kvinnur á fyrsta sinni sluppu at velja til løgtingsval, sigur Tryggvi Sondum, sum er ommusonur Jóhonnu Mortensen.

 

Johanna Carolina Mortensen f. Poulsen var úr Skopun. Hon var dóttir Jóan Paula Poulsen, sum var sonur fyrsta niðursetumannin í Skopun, Jóhan Hendrik Poulsen úr Hesti og Katrinu f. Dalsgaard, dóttir Jóannes Dalsgaard, Dalsgaardsbóndan í Skálavík. Jóhanna fór 19 ára gomul á læraraskúla í Havn og tók prógv í 1887. Hetta var fyrstu ferð kvinnur fingu prógv sum lærarar.

 

Jóhanna starvaðist sum lærari við kommunuskúlan í Quillingsgarði í Havn í eini 8 ár.

 

Í 1895 giftist hon við Daniel Johan Mortesen, skipara, í Froðba, og tey settu búgv á Tvøroyri við Sílánna.

 

Á Tvøroyri hevði Jóhanna í mong ár privatskúla, og hon var eisini vikarur við skúlan har av og á, tá onkrum lærarar barst frá.

 

Til hetta søguliga kommunuvalið í Froðbiar sókn í 1918 vóru fýra vallistar. Á vallista a vóru hesi valevni:

 

Tømrer daniel Johan strøm, Trangisvaag

Politibetjent Martin Christiansen, Tveraa

Lærerinde Johanne Mortensen, Tveraa

Stenarbejder Niels Peter Vang, Frodebø

fyrpasser Hans Jacob Poulsen, Ørdevig

 

Á næsta kommunuvali í 1922 stillar Johanna ikki upp aftur.

 

Tá er einki konufólk millum valevnini ella stillarar.

 

Í dag – 8. mars – er altjóða kvinnudagur.

 

TRÝST HER fyri at lesa um fyrstu kvinnurnar í kommunustýrum í Føroyum, Óli Jacobsen, Sosialurin nr. 103 · 12. september 2014


TRÝST HER fyri at lesa um fyrstu kvinnur á Løgtingi, VikuBlaðið • 5. mars 2018