Sum ungur fór hann í bakaralæru og arbeiddi sum bakari, áðrenn hann flutti til Havnar og fór at koyra hýruvogn. Eina tíð koyrdi hann hjá Mortani Simonsen á Hotel Djurhuus, áðrenn hann keypti hann sær egnan hýruvogn.
Johannes hevur altíð verið ein undangongumaður. Saman við øðrum stovnaði hann bilstøðina Taxa, sum seinni skifti navn til Auto. Tað var í 1955/56 at fyrsta bilstøðin varð bygd, har sum Auto er enn í dag. Johannes var eisini koyrilærari og koyrdi eitt skiftið gravimaskinu, tá Oyggjarvegurin bleiv gjørdur. Annars er hann best kendur bilasølumaður. Bilasølan hjá honum byrjar, tá hann í 1959 fær umboð fyri amerikonsku Rambler bilarnar. Hann koyrdi í Auto eina tíð eftir tað, men tað var skjótt, at hann fór at selja bilar burturav. Bilasølan og verkstaðurin byrjaðu í J. Paturssonargøtu, men skjótt gjørdist ov trongligt har, tí leigaði hann ein bygning við Heygsvegin til verkstað og eykalutagoymslu.
Sølan av bilum var so góð, at hann í 1966 fekk diplom frá Rambler verksmiðjuni, American Motors, fyri at hava selt flest bilar í mun til fólkatalið í landinum. Í 1967 fekk Johannes teir fyrstu japonsku Mazda bilarnar, og í 1968 gjørdi hann sáttmála við japanararnar um beinleiðis innflutning av Mazda bilum. Umframt virksemið í Havn keypti Johannes eisini ein bilverkstað á Glyvrum, tí sølan av Mazda bilum var vorðin góð í Eysturoynni. Um hesa tíðan fekk hann eisini umboð fyri Chrysler og seldi Simca og Sunbeam bilar, sum tá hoyrdu til Chrysler-konsernina. Í hesum sambandi keypti hann eisini eina stóra nøgd av Plymouth og Dodge bilum úr Íslandi.
Í sjeytiárunum keypti Johannes elementvirkið á Norðskála. Tá bygdi hann sær tveir stórar virkisbygningar, ein á Hálsi í Havn og hin á Glyvrum, har sum verkstaðið hjá honum var – har sum Bónus er í dag. Tað kom væl við at hava stór hølir, tá hann stutt eftir fekk umboð fyri Scania lastbilar og bussar. Berg Motors er ein av størstu bilasølum í landinum og umboðar í dag bilmerkini: Suzuki, Land Rover, Subaru, Kia, Renault og Scania, umframt at teir eisini umboða Avis bilútleigan.
Hóast høga aldurin er Johannes framvegis virkin. Hann hevur fingurin á pulsinum í fyritøkuni og fylgir væl við øllum, sum rørir seg í samfelagnum. Hann giftist við Karolinu, vanliga nevnd Linnebeth, f. Mikkelsen, av Toftum. Tey fingu fimm børn: Bjarni (1955-2007), Ann Mari, Rúni, Maibritt og Magnus. Linnebeth andaðist í 2007.
Føðingardagurin verður hildin á Hotel Føroyum mikudagin kl.18, har Johannes bjóðar øllum at vera vælkomin.
-red