Johannes Thomsen: Abbasonurin gjørdist stjóri á líkningarráðnum

Ein kann viðhvørt undrast um, hvat ið fekk fólk at flyta til Havnar í 1880. Johannes var úr Funningi, og konan, Kristianna, var av Skála. Kortini endaðu tey í Havn

Óli Jacobsen
------
Johannes Thomassen, seinni Thom­sen, var føddur í Funningi í 1845. Tað stendur 1846 á gravsteininum, men tað er skeivt. Foreldrini vóru Thom­as Hansen, ættaður úr Myki-nesi, og Maren Sofía Peters­dóttir í Funn­ingi.
Johannes giftist í 1881 í Havnar kirkju við Christianna Sofie Ras­mus­sen f. 1851 á Skála.
Johannes var ættaður úr Andrasstovu í Funningi. Fýra av hansara systkin vóru tænastufólk í Oyndarfirði. Hetta sigur nakað um hvussu væl fyri Oyndarfjørður var í mun til Funning. Heima í Andrasstovu mundi ikki standa so væl til. Í fleiri fólkateljingum verður pápin sagdur at vera “fattiglem”.
Um hesi systkin skrivar Freydis Poulsen í Oyndarfjarðar søgu m.a.:
Johanna Maria Thomasdatter f. 1826. Hon tænti í Tarti og giftist í 1859 í Gøtu kirkju við Jóannes Joensen, kallaður Tofta Jóannes, sum eisini var húskallur í Oyndarfirði. Tey búsettust á Hellunum.
Hans Thomsen 1835-1920 var húskallur í Stórustovu og Víkum. Hann giftist í 1869 við Marin Katrinu Jacobsen úr Búrstovu á Eiði. Tey búsettust eisini á Hellunum fast í hjá Tofta Jóannesi.
Anna Sofía Thomasdatter tænti eins og beiggin, Hans, í Stóru­stovu og Víkum. Hon giftist við Niels Woll­es, ið gekk burtur við Stang­ar­bát­inum í 1883.
Anna Elisabeth Thomasdatter tænti í Tarti og í Húsi. Hon átti í 1873 ein son, sum doyði stutt eftir. Pápi at dronginum æt David Jacobsen í Búrstovu á Eiði. Tey giftust ikki, tí tey samb. Freydis áttu einki at giftast uppá.
Ein beiggi var eftir í Funningi. Tað var Peter Juul, f. jóladag 1830, harav navnið, sum enn livir. Hann var giftur við Biritu úr Svínáum.

Til Viðareiðis
Johannes er í 1870, 25 ára gamal, hús­kallur í bóndahúsinum, Mið­stov­uni, á Viðareiði.
Í Miðstovuni vóru hesa tíðina trý húsarhald, sum vóru trý ættarlið. Johannes tænir hjá tí mittasta ætt­ar­liðinum, har húsfólkini um­framt Johannes eru:
Simon Danielsen, 50 ár, Aftægts­mand,
Elisabeth Simonsdatter, 59 ár, hans Hustru
Anne Sofie Johansen, 21 ár, úr Kunoy, Tjenestefolk
Ein sonur teirra Dánjal býr eis­ini í Miðstovuni saman við konu, børn­um og tænastufólki. Ein dótt­ir, 30 ára gamla Katrina, tænir í presta­­garð­inum í Óna­gerði hjá Ernst Wesen­­berg, presti.
Katrina fekk eina serliga søgu. Hon hevði fingið eyga á ein ung­an drong, Jógvan Niclassen á Skála­toftum. Hetta dámdi als ikki for­eldrunum. Hon var bóndadóttir í Miðstovuni, sum var eitt valahús, stórur bóndagarður og nógv jørð. Men drongurin av Skálatoftum átti einki.
Ernst Wesenberg doyði í 1871, og nakað eftir fer einkjan av landinum. Tað hendi viðhvørt, at gentur, sum tæntu hjá prestum, fóru avstað við teimum. Tað kann tí vera, at Katrina er farin avstað við einkjuni.
Nú roknaðu øll við, at tey vóru atskild med alla. Katrina var í Dan­mark, og hann lá við sama lag í Haraldssundi og fiskaði goggur til skotar, sum javnan komu inn at keypa agn.
Jógvan fór at sigla við einum av hesum skipunum og endaði í Leith. Nú kemur samband aftur millum Katrinu og Jógvan. Katrina fer til Leith, og tey giftust. Tey fáa tvær døtur Linu og Elspu. Elspa giftist við Zakaris hjá Polla Vilhelm úr Havn. Veit nakar um teirra børn?
Hin dóttirin, Nicolina, kallað Lina, giftist við Daniel J. Danielsen, Dollin, kendur frá sínum virksemi fyri fólkinum í Congo. Hetta er fyrr umrøtt í hesi røð og í bókini um Dollan.
Hóast henda ymiska upprunan komu tey øll, Johannes, konan Kristi­anna, Dollin og Katrina at verða jarðað á Svínaryggi. Dollin og Johannes doyðu báðir í 1916.

Til Havnar
Johannes og Christianna Sofía flyta til Havnar, og eru her í 1880. Í Havn verður hann kallaður Funn­ings Johannes.
Í Havn fáa tey fýra børn. Tey eru:
Thomas, 1882-1955. Giftist við Olevinu Mariu Súsannu Rubeksen f. 1879.
Rasmina Maria Sofía, 1884-1960. Giftist til Danmarkar, har hon eigur ætt, sum hevur samband við ættina í Føroyum.
Elsa f. 1887, ógift. Endaði á Ellis­heiminum.
Johannes Sofus f. 1890. Flutti til Amerika. Einki frættist frá honum aftur.
Rasmus f. 1892, ógiftur. Fór eins og Elsa á Ellisheimið.
Tað er bara Tummas, sum eigur ætt í Føroyum. Hann var kendur sum grótlaðari og var millum annað við til at laga vatnbyrgingina undir Gráa­steini.
Tummas og Kristianna fingu tvey børn:
Johannes, kallaður Hannis, f. 1908.
Eftir loknan barna- og real­skúla fór hann at arbeiða eitt ár sum læraravikarur í Suðuroy. Aftur­komin til Havnar fór hann í læru í Føroya Banka.
Í 1939 byrjaði Hannis á Líkn­ingarráðnum og varð hann stjóri har til 1975, tá hann fór frá fyri aldur. Hann var samstundis leiðari av Landsfólkayvirlitinum og Kom­mu­nala Eftirlitinum.
Hannis var virkin ítróttarmaður. Hann var valdur í nevndina hjá Havnar Bóltfelag í 1930.
Á aðalfundi hjá HB í 1927 var eftir uppskoti frá Hannis samtykt at savna BF og HB. BF var stovnað sum juniordeild í 1924.
Í 1929 komu hetlendingar á sína fyrstu fótbóltsvitjan í Føroyum, og spældu teir tveir dystir móti HB. Ein av teimum 11, sum mannaði HB liðið tá, var Hannis. Tá ið føroyingar so fyri fyrstu ferð vóru í Hetlandi og spældu fótbólt, var Hannis eisini við.
Hann spældi í nógv ár á fyrsta liði hjá HB. Hann var eisini íðin fim­leikari. Hann sat í nevnd­ini hjá Lions.
Hannis giftist við Sunnevu Mortensen úr Vági. Tey áttu sonin Regin. Hann kom eisini at arbeiða á líkningarráðnum, har hann var kendur fyri sina vitan innan økið. Hann býr nú í Danmark.
Hannis doyði 23. oktober 1983, 75 ára gamal.
Petra f. 1912. Hon var eitt kent andlit í Havn. Á yngri árum arbeiddi hon í H.N. Jacobsen's Bókhandli og seinni á Mjólkaforsýningini í Tórs­gøtu.
Í 1938 var hon á Frederiksborg Højskole í Hillerød.
Sum yngri íðkaði hon nógv fim­leik við Havnar Fimleikarfelag.
Petra giftist 7. september 1944 Charles Smith úr Vági. Tey áttu børnini: Tórfinn og Ellu g. Cle­mentsen. Torfinn var kendur sum blað­stjóri á Sosialinum og sum býráðslimur í Havn. Hann býr nú í Vági.
Petra andaðist 4. mars 1999, 86 ára gomul.
------
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá Henry Young, skipari úr Grimsby, deyður 1878, og øðrum úr Grimsby sum eru jarðaðir á Svínaryggi.