Tvey talv frá OL:
Okkara fyrsta borð í Talvolympiaduni, John Arni Nilssen, hevði eina góða kapping. 5,5 stig av 11 móti sterkari mótstøðu er avgjørt flott, og var hann eisini nær við enn fleiri stig og IM-norm Hann møttu eitt nú tveimum stórmeistarum, og nógvum altjóða meistararum.
Havi valt tvey av hansara talvum, har fyrsta er frá næstseinasta umfarinum (móti altjóða meistara) og tað seinna er frá seinasta umfarinum, har John Arni hitti stórmeistara úr Iran. Framanundan varð greitt at hálvtannað stig til hesi tvey talv gav IM-norm til føroyingin. Tíverri endaðu bæði talvini við javnleiki, men John Arni stríddist manniliga, og var øgiliga tætt við at vinna bæði talvini.
IM Eid,F (2392) ? John Arni Nilssen (2385)
Olympiad Bled SLO (13), 08.11.2002
1.e4 c5 2.Rif3 Ric6 3.Bb5 g6 4.0-0 Bg7 5.Re1 e5 6.c3 Rige7 7.d4 cxd4 8.cxd4 exd4 9.Bf4 (Hvítur er ikki áhugaður í finnuni, men fer heldur eftir góðum spæli. John Arni er tó kaldur) 9...0-0 10.Bd6 b6 11.e5 Bb7 12.Ribd2 Re8 13.Ric4 Nf5 14.Ba4 Rih4 15.Ricd2 Rixe5 (skopuningurin kompliserar støðuna) 16.Bxe5 Bxe5 (her var Bxf4 møguligt, sum sær betri út) 17.Rxe5 Rxe5 18.Rixe5 Rixg2 19.Fg4 Rih4 20.Bb3 Ff6 21.Re1 Re8 22.Bxf7+ Fxf7 23.Fxh4 Fd5 24.Rie4 Rxe5! (John Arni letur frúgv fyri rók og bisp. Eitt gott val) 25.Rif6+ Kg7 26.Rixd5 Rxe1+ 27.Kg2 Bxd5+ 28.f3 Re5 29.Fxd4 Kf6 30.Fh4+ Kg7 31.Fd4 Kf6 (støðan er jøvn, men hvítur vil meir, og leypur framav) 32.Kg3 Ke6! 33.Fg4+ Rf5 34.f4 Bxa2 35.Fe2+ Kf7 36.Fa6 Ra5 37.Fc8 Be6 38.Fh8 Rh5 39.Fb8 Rh3+ 40.Kg2 Rb3 41.Fe5 a5 42.Fh8 h5 43.Kg1 Rb5 44.Kf2 Bf5 45.Fh7+ Ke6 46.Fg8+ Kd6 47.Fb8+ Ke7 48.Kg3 (hvítur hevur yvirspælt støðuna, og John Arni er tætt við at vinna talvið. Men hvítur finnur nú góða bjargingarplan. Kongurin skal við í leikin) 48...Rb3+ 49.Kh4! Rb5 50.Kg5 d6 51.Kh6 Rxb2 52.Fb7+ Kd8 53.Kg7 Rb4 54.Kf6 Rb1? (seinasti møguleiki var Be4) 55.Fb8+ Kd7 56.Fb7+ DIAGRAM (John Arni má taka til takkar við javnleiki) 56...Kd8 57.Fb8+ Kd7 58.Fb7+ Kd8 59.Fb8+ remis
Diagram 1
Eftir 56.Fb7+
John Arni Nilssen (2385) ? GM Ghaem Maghami (2511)
Olympiad Bled SLO (14), 10.11.2002
1.d4 Rif6 2.c4 e6 3.Ric3 Bb4 4.g3 c5 5.Rif3 Rie4 6.Fd3 cxd4 7.Rixd4 Fa5 8.Rib3 Rixc3 9.Bd2 Rie4 10.Fxe4 Bxd2+ 11.Rixd2 0-0 12.Bg2 Ric6 13.Fd3 d5 14.cxd5 Rd8 15.0-0 exd5 16.Rib3 (John Arni hevur eina sunna støðu við ongum veikleikum) 16...Fb6 17.e3 Bg4 18.Rid4 Rac8 19.Rfc1 Bh5 20.Rixc6 bxc6 21.Fd4 c5? (viknar um svørtu støðuna og missur finnu) 22.Fe5! Be2 23.Bxd5 Ff6 24.Fxf6 gxf6 25.e4 (heldur ivasamt. Svartur sleppur nú av við dupultfinnuna. Betri hevði verið Bc4) 25...f5! 26.Rc3 fxe4 27.Bxe4 Rd2 28.b3 Re8 29.Bf3 (Bc6 hevði varveitt bisparnar á borðinum, og helst verið betri) 29...Bxf3 30.Rxf3 Re7 31.Rc1 Rxa2 32.Rxc5 Rb7 DIAGRAM (man sigur um rókaendatalv, at tey næstan altíð eru jøvn, sjálvt um ein hevur finnu meir. Hetta endatalvið er sera torført at vinna, og John Arni roynir eisini sítt ítarsta) 33.Rg5+ Kf8 34.Rc5 Ra3 35.Rcc3 a5 36.Kg2 Kg7 37.Rc5 Raxb3 38.Rg5+ Kf8 39.Rxb3 Rxb3 40.Rxa5 Kg7 41.Rg5+ Kf6 42.Rg8 Rb2 43.h4 h6 44.g4 Ra2 45.h5 Ra4 46.Kg3 Ra3+ 47.f3 Ra4 48.Rb8 Ra6 49.Rb4 Kg7 50.f4 Ra3+ 51.Kh4 f6 52.Rb7+ Kg8 53.Re7 Rf3 54.f5 Ra3 her tímdi John Arni ikki meir, og tók remis
Diagram 2:
Eftir 32....Rb7