Her hjá okkum hava tað mest verið mannfólkini, ið koyra á motorsúkklu, men nú sær tað út til, at vend kemur í. John Christiansen koyrilærari í Havn hevur ein flokk við 15 kvinnum, ið ætla sær at koyra motorsúkklu. Tað eru ikki bert tær ungu kvinnurnar, sum ætla sær motorsúkklu koyrikort, tann yngsta er fyrst í 20-unum, meðan tann elsta er yvir 50. Tað er ikki bara her hjá okkum, at kvinnurnar hava fingið áhuga fyri at koyra motorsúkklu, men hetta er eitt rák í fleiri londum. Ein orsøk kann verða, at kvinnurnar eru troyttar av at sita aftan fyri hjá monnunum, nú vilja tær koyra sjálvar sleppa at koyra. John hevur fingið sær eina Yamaha Virago 535 motorsúkklu, sum er væl egnað til konufólk at koyra á.
Útbúgving sum koyrilærari
John Christiansen er útbúgvin skrivstovumaður. Hann lærdi á Dimmalætting og arbeiddi har í 28 ár. Tey seinnu árini í leiðandi starvi í fyritøkuni. Í apríl 2000 fór hann at læra til koyrilærara. Familjan fluttu til Danmarkar, har John fekk sær útbúgving sum koyrilærari til persónbil, lastbil, buss, trailara og motorsúkklu. Útbúgvingin tók næstan tvey ár. Hann arbeiddi eisini sum koyrilærari í Danmark, áðrenn tey fluttu heimaftur. Hetta gav honum góðar royndir sum koyrilærari. "Tað er annarleiðis at koyra í Danmark, hóast ferðslan er nógv, er hon í flestu førum meira skipað enn her hjá okkum. Har eru eisini súkklubreytirnar at ansa eftir. Ferðslan í Føroyum er tøtt, og trongligt er í gøtunum. Í Danmark kemur tað ofta fyri, at fólk vilja gjalda eyka fyri at fáa serundirvísing. Hetta gera tey fyri at sleppa undan at vera saman við øðrum til teoritímarnar", sigur John, sum arbeiðir sum sjálvstøðugur koyrilærari. Í løtuni er hann knýttur at koyriskúlanum, Sp/f Koyrikortið í Havn.