John Edwards fríkendur

Í USA er fyrrverandi demokratiski senatorurin og varaforsetavalevnið John Edwards fríkendur fyri at hava tikið ímóti ólógligum pengastuðuli til sítt valstríð.

Ákæruvaldið vildi vera við, at Edwards hevði fingið pengar frá múgvandi stuðlum til sítt forsetavalstríð í 2008, og at hann hevði brúkt pengarnar til at fjala, at hann hevði verið konu síni, Elizabeth, ótrúgvur. Hon var sjúk av krabbameini og doyði fyri tveimum árum síðani.

Hann var eisini ákærdur fyri fimm onnur viðurskiftir, men av tí at nevningarnir ikki kundu semjast, um Edwards hevði brotið tær rættiliga torgreiddu reglurnar um valstuðul ella ikki, gjørdi dómarin av at fríkenna fyrrverandi senatorin.

John Edwards umboðaði statin North Carolina í Senatinum frá 1999 til 2005. Í 2008 royndi hann at gerast forsetavalevni hjá demokratunum, men mátti fara burtur úr politikki, tá hann bleiv skuldsettur fyri at hava verið konuni ótrúgvur.