John Effersøe: Abbasynirnir doyðu fyri Hitler

Ein serligur sorgarleikur hendi í donsku Effersøeættini. Dóttir Jón, Kamma, maður hennara og báðir synirnir fóru í týska hertænastu undir seinna heimsbardaga. Synirnir fullu báðir

3. partur

Í seinasta parti varð greitt frá John Effersøe og hansara børnum. Hesa ferð verður greitt frá dóttrini Karen Marie (1888-1972), vanliga kallað Kamma. Hennara søga var heilt serlig og eisini syrgilig.
Hon giftist í 1921 við Christian Peder Kryssing f. 1891, sum fekk ein serligan leiklut undir seinna heims­bardaga.
Danmark varð jú hersett av týskarum í 1940. Tann 22. juni 1941 legði Hitler á Sovjetsamveldið. Hetta álop varð útrópt sum tann stóru krossferðin móti kommunismu og gudloysi. Tí fekk álopið eisini stuðul frá mongum dønum, sum annars ikki vóru nasistar, men sum rædd­ust kommunismuna sum pestin.
Kryssing var ein av teimum. Hann var yvirmaður í danska herinum av tí avgjørt gamla skúlanum fyri »Gud, Kongi og Fedralandi«. Hann var ein av teimum mongu heryvirmonnunum, sum var sera vónbrotin um, at Danmark skuldi geva seg yvir uttan mótstøðu, tá ið Danmark varð hersett av Týsklandi 9. apríl 1940. Annars var hann uttan politiskan áhuga. Var meira at kalla idealistur og varð roknaður fyri at vera antinasistur.

Danir móti kommunismuni
Aftaná týska álopið á Sovjet fáa danir møguleikan at sleppa við í hesum stríði. Sett verður á stovn Frikorps Danmark, sum skuldi berjast saman við týskarum á eystur­hermótum. Danska stjórnin, sum tá hevði eitt neyvt samstarv við týska hersetingar­valdið, bjóðar donskum heryvirmonnum farloyvi úr danska herinum, um teir hava hug til at fara við í fríkorpsið.
Nú fekk Kryssing rættiliga møguleika fyri at nýta sína hernað­arligu útbúgving og sínar royndir. Hetta var ein serligur møguleiki, tí hann ræddist tann reyða vandan frá Sovjetsamveldinum meira enn nakað annað.
Sostatt verður Kryssing tann 4. juli 1941 fyrsti leiðari av Frikorps Danmark, og hann kom at standa á odda fyri virkseminum at eggja danir at melda seg til fríkorpsið.
Hann setti tó sum treyt, at her­deildin skuldi vera ópolitisk, skuldi leiðast av donskum heryvirmonnum undir Dannebrog, og boð skuldu gevast hermonnunum á donskum. Hetta var játtað í fyrsta umfari, men hetta sigur eisini nakað um, hvussu góðtrúgvin Kryssing var. Sum frá leið varð lopið frá øllum hesum lyftum.
Kryssing slapp heldur ikki undan sum tann fyrsti í herliðinum at skula svørja trúskapseið til Hitler 20 dagar eftir, at deildin kom til Týskland í venjingarlegu. Hvussu góðtrúgvur, og kanska eisini væl­meinandi, hann var, sást eisini av, at hann á fundi í Berlin við Himmler, einum av næstu monnum Hitlers, royndi at fáa hann at stuðla sínum sjónarmiði, at bardagin bert skuldi vera móti kommunismuni og ikki móti jødum.
Tað vísti seg, at nógvir av teimum í fríkorpsinum vóru nasistar, og teir vildu hava ein nasistiskan leið­ara heldur enn tann meira ópolit­iska Kryssing. Tað bøtti ikki um støðu hansara, at hann fekk donsku nasistarnir í øðini, tí hann nokt­aði danska nasistaleiðaranum Frits Clausen at vitja Fríkorpsið í Týsklandi.
Kryssing varð settur frá sum leiðari á Frikorps Danmark tann 8. februar 1942, áðrenn korpsið rættuliga kemur í bardaga. Fyrsta tíðin varð nevniliga nýtt til eina hernaðarliga venjing av sjálvbodnu hermonnunum.
Fyri Kryssing verður settur tann eirindaleysi nasisturin Schal­burg, sum tó fall tríggjar mánaðir seinni. Hann varð avloystur av K.B.Martinsen, sum varð deyða­dømd­ur og avrætt­að­ur eftir kríggið fyri brotsverk í Dan­mark. Nógvir av teimum í frí­korpsi­num blivu seinni eirindaleysir týskir handlangarar.

Føldi seg illa viðfarnan, men kortini..
Kryssing føldi seg ikki væl viðfarnan av týskarum. Hann skrivaði til eldra sonin: »Paa uværdig og ugermansk vis kasserede man mig ubeset og uhørt.«
Men kortini fór Kryssing í aðra týska krígstænastu, og hann gjørd­ist tann útlendingur, sum fekk hægstu tign í Waffen-SS. Tað vóru fleiri sum undraðu seg um, at Kryss­ing gjørdi hetta, men tað var kanska fyri at kunna prógva, hvat hann dugdi til.
Men hann kom kortini als ikki í bardaga, og kom tí heldur ikki at fremja nakað krígsbrotsverk. Hann gjørdist ósamdur við nógvar av sínum heryvirmonnum, sum fingu hann settan á eina skrivstovu meginpartin av tíðini, kríggið vardi. Eisini varð hann sendur á nógv ymisk skeið.
Kryssing skuldi eftir øllum at døma bert nýtast at vísa umheimi­num, at útlendingar saktans kundu koma framat í týska herinum. Sjálvur segði hann seg vera »en frivillig politisk krigsfange.«

Mistu báðar synirnar
Konan, Kamma Effersøe, var eisini bergtikin av hesum rákinum, og hon fór somuleiðis í týska krígstænastu sum »frontsøster« fyri týska Reyða Kross í solidariteti við mannin og synirnar. Hon varð illa skadd undir einum bumbuálopi í Narva í Estlandi. Sagt verður í donskum keldum, at hon fekk varandi mein, men Lise sigur, at hon kom fyri seg aftur. Men hetta saman við tapi av synunum gjørdi sítt til, at Kryssing fekk depressión. Sjálvur mátti hann eisini innleggjast við hjartatrupulleikum í 1943.
Størsta prísin komu tey nevniliga at gjalda við, at báðir synirnir vórðu dripnir í týskari hertænastu.
Jens Effersøe Kryssing varð føddur 28. juni 1924 í Holbæk. Hann fór í týska hertænastu samstundis sum pápin, og hevur tá verið blaðungur. Hann var illa særdur í bardaga við Ilmenvatnið í Ruslandi tann 22. mai 1942. Hann hevur tískil hildið fram í fríkorpsinum, eftir at pápin varð avsettur. Tað frættist einki meira frá Jens.
Tann eldri sonurin Niels John Effersøe Kryssing varð føddur 17. desember 1921. Hann fór í Frikorps Danmark aftaná at beiggin fór. Niels fór til Klagenfurt í Eysturríki at fáa sær eina hernaðarliga útbúgv­ing. Hann hevði eisini eina sera órealistiska vón um at finna beiggja sín á hermótinum. Men Niels varð dripin í bardaga tann 16. januar 1944 í einum álopi hjá Reyða Herinum. Hann var tá komin rættuliga fitt upp í hernaðarliga tign.
Hildið verður í ættini, at eitt var tað, at tann fyrri sonurin fór í bardaga, men so at hin eisini skuldi fara, tað var ov nógv av tí góða. Lise heldur frá mammu síni, at Kamma kundi helst havt forðað tí seinna soninum at fara eisini.
Lise kendi væl hesar dreingir eins og foreldrini, og hon sigur, at teir vóru nakrir »dejlige drenge.«

Í fongsul fyri at akta stjórnina
Aftaná kríggið gloymdi danska stjórnin, at hon í veruleikanum góð­tók luttøku hjá donskum her­yvir­monnum í týska herinum. Nú vórðu teir, sum komu heim, settir fyri rættin fyri landasvik.
Kryssing gav seg yvir til bretar eftir krígslok í 1945, og tann 22 . juni 1946 kom hann til Danmarkar sum sameindur krígsfangi.
Í 1947 varð hann dømdur átta ára fongsul. Hetta var av landsrættinum broytt til fýra ára fongsul. Hann kom út aftur úr fongslinum longu í 1948.
Tey fluttu eina tíð til Spania eftir, at Kryssing var komin úr fongsli­num. Her gjørdist hann kato­likkur. Men tað gjørdist Kamma ikki. Hon var als ikki religiøs.
Restina av lívinum livdu hjúnini í Haderslev í beiskleika um ta órættvísu viðferð, tey hildu seg hava fingið frá danska statinum. Tey hildu seg eisini fyri seg sjálvi, men vórðu tó stuðlað av týska minnilutanum í økinum.
Kamma doyði í 1972 og hann í 1976. Tey vórðu jarðað uttan hátíðarhald ella luttøku av presti. Tey ynsktu bæði at verða brend og eru jarðað í Aabenraa, tætt við markið til Týskland.
Hetta er eitt syrgiligt kapitul í teirri annars glæsiligu Effersøe-søguni.

-------


Oliver Effersøe – basti Jóannes Patursson í 1906
Hetta var nú ikki einasta krígs­lut­tøkan hjá Effersø-unum. Pápa­­beiggi John, Oliver Petræus Effer­søe, luttók í danska herinum í krígnum móti Týsklandi í 1864. Ì minn­ingar­orðum í Dimmalætting 9. Januar 1897 verður sagt, at »han gjorde sig bemærket som en rask og uforfærdet Soldat.«
Hann kom heim í øllum góðum og kom at gera seg galdandi í Føroy­um eftir heimkomuna bæði sum løg­tings­maður, limur í ríkis­degn­um, sum blaðstjóri á Dimma­lætting og sum lærari á Real­skúlanum í Havn.
Í Effersøe ættini í Føroyum eru tveir Oliver. Tann yngri Oliver var beiggi Rasmus og John, sum henda søgan snýr seg um.
Sum ofta er, tá ið byrjað verður við einum evni, so kemur meira fram. Tí verður eisini tikið við ein um­­røða av tí yngra Oliver Effersøe.
Lise Effersøe Edwards hevði við sær til Føroya eina áhugaverda ferðafrásøgn í Føroyum hjá Sigrid, sum var dóttir Oliver. Brot verða tikin burtur úr henni í komandi pørtum.
Men hetta gevur høvið til eisini at lýsa Oliver, sum ta tíð tað var spældi ein týðandi leiklut í politikki í Føroyum. Men hetta er meira enn 80 ár síðani, tí vita fólk í dag ikki so nógv um hann.
Oliver var umrøddur í greina­røðini um Kristian Djurhuus. Ann­ars er tað serliga Hans J. Debes, sum hevur skrivað um Oliver. Eisini er hann umrøddur í bókini um Sambandsflokkin. Men okkurt er funnið í bløðum og skjølum, sum kann gera søguna hjá Oliver meira fullfíggjaða.

Hevði góðar gávur
Tað er einki at ivast í, at Oliver hevur verið ein gávuríkur maður. Hetta vísir øll tey álitisstørv, hann hevur havt, sum tey eru lýst í Dansk Biografisk Leksikon
Oliver Effersøe var føddur 20.3 1863.
Hann gjørdist »Exam juris«, eitt slag av løgfrøðingi í 1882, bert um 19 ára gamal.
Oliver arbeiddi sum fulltrúi hjá pápanum, Gudmund Effersøe, árni 1883-94.
Hann tekur við eftir pápanum í 1894, og er sýslumaður fram til 1920, tá ið hann verður avloystur av Kristian Djurhuus.
Umframt at vera sýslumaður hevði Oliver onnur størv. Hann var postavgreiðslumaður í Trongisvági 1883-1905, og hann var formaður fyri Froðbiar sóknar kommuna 1889-1905.
Tað var tó sum politikari, at Oliver gjørdi mest um seg.
Hann var løgtingsmaður 1889-92, 1900-1901 og 1905-31. Hann var við til at stovna sambandsflokkin og gjørdist formaður fyri Sambandsflokkin 1917-24.
Oliver gjørdist fyrsti fólkavaldi løgtingsformaður 1924-28, eftir at amtmaðurin hevði verið føddur formaður.
Oliver var valdur til fólkatings­mann í 1906 og sat til 1913. Í fólka­tinginum var hann 2. næst­for­maður í Fólkatinginum 1906-12 og 1. varaformaður 1913.
Hann kom eisini at gera seg galdandi sum løgtingsvaldur lands­tingsmaður 1914-15 og 1921-33.
Í landstinginum var hann limur í uttanríkispolitisku nevndini 1923-28.
Hann var limur í Ríkisrættinum 1923-28 og næstformaður frá 1925
Oliver var stjórnarlimur í Færø Amts Sparekasse 1918-23
Hann var eisini formaður í Suður­oy Præstegælds Forligskommision.

Koppaði bóndan í 1906
Fyrsta rættiliga politiska orrust­an Oliver Effersøe var í, var í 1906. Tá var tað, at Jóannes Paturs­son sum fólkatingsmaður var komin til Føroya við nógv um­rødda »til­boðnum«, sum skuldi geva Føroy­um eitt vet av meira sjálv­ræði móti at gjalda eitt sindur av skatti.
Hetta tilboð fekk sín argasta mótstøðumann í Oliver Effersøe, sum helt hetta var byrjanin til loys­ing frá Danmark. Hetta var eisini høvuðsevnið á fólkatingsvalinum í 1906, sum Oliver Effersøe vann við stórum meiriluta.
Tað er løgið, at júst abbasonur tann Effersøe, sum av dønum varð roknaður sum landasvíkjari móti teim­um í samband við Hunda­daga­kongin, skuldi gerast tann mest dansktsinnaði politikarin í Føroy­um. Oliver tosaði konsekvent danskt í løg­tinginum. Tað er til­tik­ið, at hann í síni fyrstu røðu á fólka­tingi segði: »Vi færinger føler os fuld­stændigt som danske.«
Men hann segði so nógv annað í hesi røðu, sum fyllir meira enn eina tættskrivaða síðu í Dimmalætting. Tað sæst, at hann hevur dugað væl at orða seg.
Fremsta málið hjá Oliver er at verja danska málið í Føroyum, sum hann metir sum ein treyt fyri menning í Føroyum. Hann heldur eisini, at danska málið sum »kultursprog« er lykilin til sam­bandið út eftir. Fá »seperatisterne« vald, so er vandi fyri, at beint verður fyri hesum.
Hann hevur onkra áhugaverda upplýsing um, hvussu nógv danskt verður lisið í Føroyum. M.a. at í fíggjar­­ári­num 1900/1901 komu 1830 donsk bløð til Føroya í 42.150 ein­tøkum. Longu fimm ár seinni vóru hesi tøl tvífaldað.
Men hann tykist eisini at fegn­ast um, at føroyska málið hevur fram­gongd, eisini við nýggja skrift­málinum.
Hann sigur eisini: »Det færøske sprog tvivler jeg ikke om, at man vil give Frihed, man vil give det den Frihed, som Færingerne og Fær­øer­nes Lagting ønske, at det skal have.«
Eisini heldur hann, at tað er gott at liva í Føroyum. Hetta sást í økingini av fólkatalinum, sum var størri enn í Danmark.


Í komandi parti kemur umrøðan av hesi røðu og fyrsti partur av frásøgnini hjá Sigrid, dóttir Oliver Effersøe, skrivaði frá teirra Føroyavitjan í 1921. Seinni aftur verður ein frásøgn við eftirmælið hjá pápa hennara