John er ivasamur til landsdystirnar

Fótbóltslandslið okkara tykist at hava ætlanir um at tryggja framtíðina hjá føroyskum fótbólti, og møguliga merkir hetta, at John Petersen ikki verður tøkur til komandi landsliðsuppgávurnar


Fótbóltur


Í dag, týsdagin, eru bert átta dagar eftir, til A-landsliðið í fótbólti skal á fyrstu veruligu landsliðsferðina, har leiðin gongur til ávíkavist Luksemburg og Russlands.

Enn er hópurin ikki úttikin, men fyri flestu fótbóltsáhugaðar føroyingar man lítil ivi vera um, at John Petersen fer at teljast millum teir, sum Allan Simonsen setur álit sítt á.


Avboð hóttir

Sjálvur er John tó ikki so vísur í, at hann verður við á ferðini hjá landsliðnum. Unnusta hansara, Arnbjørg Danielsen, er komin væl áleiðis í royndunum at økja um húskið. Somikið væl áleiðis, at hon møguliga skal eiga, meðan landsliðsleikararnir eru staddir uttanlands.

Spurdur, um hetta kann ávirka luttøku hansara til komandi landsdystirnar, sigur John Petersen, at tað er væl møguligt.

- Nú er landsliðið ikki úttikið enn, so lat okkum fyrst síggja, um eg teljist millum leikararnar í hópinum, sigur hann, hóast tað ikki munnu vera mong, sum ivast í hesum.

- Enn havi eg so onga endaliga støðu tikið, men um so er, at eg verði úttikin, og Arnbjørg ikki hevur átt, áðrenn fráferðina, so verður allar helst talan um eitt avboð, sigur hann víðari.

- Enn fái eg tó sjálvandi ikki sagt nakað endaligt um hetta. Hon er sett at eiga 18., og heldur hetta, so er sum so ikki nakar trupulleiki. Møguleiki er eisini fyri, at eg kanska kann spæla seinna dystin, men tað er so ikki nakað, sum eg havi fingið boðið, ella sum eg havi tosað við nakran um, sigur John Petersen at enda.


Baby boom

Líka mikið nær familjuvíðkanin hjá John Petersen fer í gongd, so er eftir øllum at døma líkt til, at landsliðsleikarar okkara royna at økja um fólkatalið her á landi.

Fyri stuttum eru bæði Jóhannis Joensen og Arnbjørn Danielsen vorðnir pápar at hvør sínari dóttir, og innan langa tíð fer Øssur Hansen eisini at teljast millum landsliðsleikararnar, sum millum annað hava blæðuskift á skránni.

Til stuttleikar kann annars nevnast at enda, at tað ikki bert er Allan Simonsen, sum verður nervaður av hesum lítla baby-boom?inum. Arnbjør Danielsen hevði uttan iva verið eitt av mest uppløgdu evnunum til kvinnulandsliðið, um hon var tøk til komandi upggávurnar, men fyri fyrst noyðist Álvur Hansen í øllum førum at klára seg uttan hennara hjálp.